U8

Í kappingarárinum 2023-2024 eru seks U8 kappingar.

Kappingaryvirlitið
7. oktober 2023 í Hoyvík og Klaksvík, H71 og Stjørnan eru vertir.

4. november 2023 á Argjum og í Vági, ÍA og VB eru vertir.

25. november 2023 í Vestmanna og Skála , VÍF og StÍF er vertir.

20. januar 2024 í Kollafirði (D8 og D7), Giljanesi (G8) og á Eiði (G7), KÍF, SÍF/Søljan og EB eru vertir.

10. februar 2024 í Havn, Neistin og Kyndil eru vertur.

9. mars 2024 í KÍ-Høllini og í Badmintonhøllini í Klaksvík, Stjørnan og Team Klaksvík eru vertir.

Stutt um U8 hondbólt
Grundleggjandi verður ikki dømt í U8 hondbólti. Børnini skulu læra at flyta seg frítt og so nógv sum gjørligt. Á henda hátt fáa tey fatan av bæði rúmi og spæli. Við øðrum orðum verður ikki “dømt” fyri t.d. fet, yvirtraðk og dribl. Men um ein leikari t.d. áhaldandi rennur allan vegin fram og leggur bóltin í málið, so er tað uppgávan hjá venjaranum at taka hana/hann til síðis og greiða henni/honum frá um fet og yvirtraðk. Tí hóast alt er ætlanin við U8 hondbóltinum, at børnini læra hondbóltsspælið.

Um kappingarskipanina
Leikararnir eru jú nýbyrjarar – tað er her at størsta rekrutteringin til hondbólti fer fram. Av tí at broytingar koma fyri gjøgnum árið, verður meldað til av nýggjum til hvørja kapping. Seinasta freist at melda til kapping er hósdag í vikuni áðrenn kappingina, altso 9 dagar frammanundan at kappingin er. Til ber at síggja hetta í HSF kalendaranum.

Um kappingina er at siga, at spælt verður í bólkum og bólkarnir verða býttir upp eftir aldri og eisini eftir førleika. Grundleggjandi er elsti bólkur fyri eru tey, sum eru 8 ár og ganga í 2.fl, miðbólkurin fyri tey, sum eru 7 ár og ganga í 1. flokki og yngsti bólkurin fyri tey, sum eru 6 ár og ikki farin í skúla enn. Venjararnir gera so tillagingar í mun til førleikar. Nevnast skal, at í summum førum er tað neyðugt at flyta lið upp – ella niður – í bólk fyri at fáa býtið at ganga upp. Bólkarnir mugu ikki hava minni enn 6 lið og ikki meira enn 8 lið.

Kappingin er soleiðis sett saman at hvørt lið fær í minsta lagi 3 dystir.

Leik-leiðbeiningar og fakta um U8 hondbólt
* Dystirnir á øllum trimum vøllunum byrja og enda samstundis. (Vertsfelagið syrgir fyri vestum)

* Eitt lið er: 5 leikarar á vøllinum í senn, 4 útispælarar + málmann.

* Spælt verður 2×7 min., hálvleikur er 2 min. Harafturat eru 4 min. settir til at skifta vøll. Tilsamans tekur ein dystur 20 min.

* U8 er spælarar, sum ikki hava fylt 9 ár fyri 1. januar í kappingarárinum, ella sum í fólkaskúlanum eru innskrivað at ganga í 2. flokki ella lægri flokki.

* Bóltur: Mikro stødd 00 (nullnull).

* Í dystunum eru ikki dómarar sum so. Hinvegin eru venjararnir hjá báðum liðunum vegleiðarar og stýrarar av dystunum – í konstruktivum samstarvi!

* Leiðbeinandi verður ikki “dømt” fyri t.d. fet og yvirtraðk. Men um ein leikari t.d. áhaldandi rennur allan vegin fram og leggur bóltin í málið, so er skilagott at taka hana/hann til síðis og greiða henni/honum frá um fet og yvirtraðk. Tí hóast alt er ætlanin við U8 hondbóltinum, at børnini læra hondbóltsspælið.

* Um vegleiðararnir/ venjararnir meta, at tað er ov stórur munur á liðunum, kann veikara liðið fáa ein eyka leikara inn á vøllin.

* Tað er loyvt at verja allastaðni á vøllinum. Tó eru tað bara málmenninir, sum kunnu fara inn í málfeltið – hjá sær sjálvum.

* Tá ið eitt lið annahvørt skorar mál ella missur bóltin – skulu leikararnir á hesum liði ”heim” at nema við málfeltlinjuna, áðrenn teir aftur kunnu fara at royna at fáa bóltin frá hinum. (Á henda hátt, fær liðið, sum fer í álop, stundir til at spæla seg nakað fram eftir vøllinum – og harvið læra at renna við bóltinum, avlevera, dribla, áðrenn tað verður álopið av hinum liðnum. Og liðið, sum var í álopi, lærir at “renna aftur”, tá ið bólturin er mistur.

* Eftir hvønn dyst skulu leikararnir stilla upp at taka í hondina á hvørjum øðrum.

Hugsanirnar handan hugtakið “Totalhondbóltur”
Dentur verður lagdur á tað, sum tú “kanst/sleppur” heldur enn tað, “tú ikki kanst/ikki sleppur”, t.d. :
* Tú kanst kasta bóltin í málið
* tú kanst spæla bóltin til hini
* tú kanst nema við hini
* tú kanst vera allastaðni á vøllinum og
* málverjin kann fara í álop saman við hinum

Gevið gætur:
Fyri at tryggja at bóltar altíð eru tøkir skal hvørt lið hava í minsta lagi ein bólt við.

At fyriskipa í sambandi við U8 kappingar
Vertsfelagið:

* At syrgja at fáa hallarvørðin at skipa fyri, at mikrofon og ljóðanlegg er klárt

* At fólk er at tosa í mikrofon, so hvørt tað er neyðugt gjøgnum dagin

* At møguleiki er hjá áskoðarum o.ø. til kaffi/te og køkur (umráðandi fyri hugnan) – Tað er upp til feløgini at gera av, um tikið verður fyri tað ella ikki.

* At tit prenta dystarætlanina á nøkur ørk at hanga upp í høllini, so fólk kunnu fylgja við

* Hava vestar tøkar

* Hava bóltar tøkar

Heitt verður á vertsfelagðið at skipar fyri at myndir verða tiknar gjøgnum dagin og at senda tær til hsf@hsf.fo

Kappingaravgreiðslan
Fimm min áðrenn kappingin skal byrja skal “U8 teksturin” verða lisin upp.
– tak tekstin niður  her: At lesa upp um U8

* Byrja kappingina til tíðina

* Floyta til hálvleiks osfr.

* Floyta dystirnar av og liðini flyta vøll

* Tá ið næsta umfar fer í gongd

Hetta skal so endurtakast hvørja ferð ein nýggjur bólkur byrjar.