Leikaramenningin

Leikaramenningin hjá HSF
Hondbóltssamband Føroya byrjaði við leikaramenning kappingarárið 2013-14. Hesi árini hevur HSF ment og tillaga tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina heima í feløgunum.

Tað er tó umráðandi at sláa fast, at 95% av venjingunum fara fram úti í feløgunum. Tí er og verður leikaramenningin í besta føri eitt hugkveikjandi ískoyti til menningina av føroyskum hondbóltsleikarum.

Úttøkan
Útgangsstøðið er, at flestu íðkararnir, við grundleggjandi hondbóltsligum og kropsligum førleikum, frá flestu hondbóltsfeløgunum í landinum, koma við.

Áherðsla verður samstundis løgd á hugburð, arbeiðssemi og íðni.

Vit ynskja at hava eitt gott samskifti við feløgini og venjararnar hjá einstøku leikarunum. Tað er umráðandi, at feløgini og venjararnir vísa áhuga fyri úttøkuni, og hjálpa HSF at røkka øllum íðkarunum. Spurningar og viðmerkingar eru vælkomnar, og best er, um úttøkan verður gjørd í tøttum samstarvi millum HSF og venjararnar. Tvs. at um ein leikari er, sum venjararnir halda eiga at vera við, so mugu teir gera vart við tað.

Venjingarnar
Venjingarnar byggja á og fylgja ti føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Nakrir av fremstu venjarunum í Føroyum vera gestavenjarar. Harumframt eru fastir hjálparvenjarar knýttir at, umframt at fastir málverjavenjarar eru til allar venjingarnar.

Samveran
Ein týðandi lutur í leikaramenningini er at samansjóða hondbóltsleikarar úr øllum landinum, og at skapa eitt gott, mennandi og spennandi hondbóltsumhvørvi. Umframt at venja hondbólt og kropsliga, er gisting ein partur av nøkrum savningum.

Boð og avboð
Boð um úttøku verða send feløgunum og venjarunum í feløgunum 14 dagar áðrenn hvørja leikaramenning. Tað er tá uppgávan hjá feløgunum at bera leikarunum boðini.

Avboð skulu í góðari tíð sendast við telduposti beinleiðis til Hallur Danielsen, hallur@hsf.fo. Leikarar, sum uttan avboð, ikki møta til leikaramenningina verða ikki við til næstu leikaramenning.

At hava við
Um ikki beinleiðis boð eru komin um nær leikararnir skulu møta, verður møtt 15 minuttir áðrenn venjingina.

Leikararnir hava egin klæðir og útgerð við, herundir leikaramenningsblusuna, stuttabuksir, skógvar, bólt og vatnfløsku.

Egingjald
Í samband við savningarnar, sum eru yvir tveir dagar við gisting, hevur HSF ásett eitt egingjald á kr. 200,-, sum er við til at fíggja leikaramenningsvirksemið.