Søgan

HSF varð sett á stovn 19. apríl 1980, men vit skulu heilt aftur í 1920-árini, tá føroyingar byrjaðu at spæla hondbólt.

Hondbóltur kyknar upp í Føroyum
Tað vóru helst genturnar, sum byrjaðu at spæla hondbólt í Føroyum.

Realskúlagenturnar í Havn fóru at spæla hondbólt í Realskúlagarðinum í 1928-29, tá ein ung donsk lærarinna var í Havn sum vikarur eitt stutt skifti. Hon legði føroysku gentunum lag á. Tá ein tíð var liðin, fluttu tær oman í Kommunuskúlagarðin at spæla. Tað segðist, at dreingirnir plagdu at sita uppi á garðinum og hyggja at hesum gentuspælinum, men so við og við hildu teir seg eisini framat.

Ungdómar, sum íðkaðu fimleik um veturin, vóru teir fyrstu, sum tóku sær fyri at venja hondbólt um summarið. Tað var fyri at halda venjingina við líka, tá vetrarfimleikurin var av. Hetta hevur helst verið um 1930. Tá spældu bæði gentur og dreingir hondbólt í Gamla Kommunuskúlagarði. Hetta man ivaleyst hava skundað undir tankan um at skipa seg í eitt felag. 21 mars í 1931 varð Neistin stovnað sum fyrsta hondbóltsfelag.


Áhugin breiðir seg
Tað var heilt skjótt, at áhugin fyri hesi ítróttagrein spretti aðrastaðni í Føroyum. Tað sigst, at kvinnuhondbólturin byrjaði í Klaksvík og heima á Sandi fyrst í tretivuárunum. Í 1935 vórðu fyrstu royndirnar við hondbólti gjørdar í Sørvági og í Vági í 1936-37. Longu í 1939 skipaði VB seg við einari hondbóltsdeild. Kvinnur spældu eisini hondbólt í tríatiárunum. Á Eiði byrjaði hondbólturin um somu tíð, kvinnurnar vóru at síggja niðri á Mølini longu í 1937. Í Fuglafirði spældu kvinnurnar eisini hondbólt hesi árini niðri á sandinum.

Í Vestmanna festi hondbólturin røtur stutt fyri kríggið. VÍF varð stovnað í 1939. Konufólkið mannaði lið beinavegin, menninir byrjaðu í 1942.

Kvinnurnar eru yvirhøvur ídnari enn menninir tey fyrstu árini, men á Strondum er mannfólkahóndbólturin í hásæti frá fyrsta degi. Teir byrja í 1939. Strandingar vunnu fyrstu FM-kappingarnar í manshondbólti undir krígnum, men tá ið mannfólkið eftir kríggið aftur fór at sigla, dovnaði hondbólturin so líðandi. Tað var ikki fyrr enn miðskeiðis í fimmtiárunum, at gongd aftur koma á manshondbóltin.


Stór undirtøka
Eftir at Ítróttasamband Føroya varð sett á stovn í 1939 fór so smátt at røkjast fyri at fáa í lag eina landskapping í hondbólti.

Fyrsta føroyameistarakappingin var í 1943. Bæði kvinnur og menn kappaðust, sjey kvinnulið og fýra manslið. Hjá kvinnunum luttóku Neistin, Aldan, Ternan, Stjørnan, Vípan, TB og VB. Hjá monnunum kappaðust STÍF, VÍF og tvey lið úr Havn, skótar mannaðu annað og Havnar Fimleikafelag hitt.

Árið eftir var luttøkan gott og væl tvífaldað. 26 lið vóru við í føroyameistarakappingini í 1944. Millum liðini, sum vóru við í føroyameistarakappingunum tey árini, men sum ikki eru til longur, kunnu nevnast Báran úr Hvalvík, Borgin í Porkeri, Viljin í Skálavík, SvB í Sandvík, HÍF í Húsavík og Klettur í Skúvoy.

Ein loysn frá Sendistovuni