Viðtøkur hjá Hondbóltssambandi Føroya
§ 1 Navn og heimstaður
Stk.1.
Navn felagsins er Hondbóltssamband Føroya, stytt HSF. Heimstaður felagsins er Tórshavn.
Stk.2.
Hondbóltssambandið er ein samtøka av ítróttafeløgum, sum íðka hondbólt.
Stk.3.
Hondbóltssambandið er sum sersamband limur í Ítróttarsambandi Føroya (ÍSF), og skal fylgja teimum til eina og hvørja tíð galdandi lógum og reglugerðum hjá ÍSF.
Stk.4.
Hondbóltssambandið er limur í International Handball Federation (IHF) og í European Handball Federation (EHF).
§ 2 Endamál og virki
Stk.1.
Hondbóltssambandið hevur til endamál at menna umstøðurnar og skapa áhuga fyri hondbólti.
Stk.2.
Hondbóltssambandið skal stuðla hondbóltsfeløgum, seta reglur, skipa fyri kappingum, staðfesta met og virka fyri stovnan av nýggjum feløgum.
Stk.3.
Hondbóltssambandið skal skipa fyri skeiðum og fyri eftirútbúgving av venjarum og dómarum, løggilda dómarar og seta dómaraeygleiðarar.
Stk.4.
Hondbóltssambandið skal skipa fyri landsdystum og umboða feløgini í millumlanda og alheims hondbóltssambondum sum IHF og EHF.
Hondbóltssambandið hevur ábyrgdina av, at hondbóltsreglurnar eru í neyvum samsvari við galdandi altjóða reglurnar (IHF reglurnar).
Stk.5.
Hondbóltssambandið hevur ábyrgdina av, at allar reglur eru í samsvari við galdandi ÍSF reglur og lógir, og er harafturat hægsti myndugleiki innan ÍSF um allar spurningar í hondbólti.
§ 3 Limaviðurskifti
Stk.1.
Øll ítróttarfeløg, sum íðka hondbólt, skulu vera limir í Hondbóltssambandinum. Umsókn um limaskap skal sendast til Hondbóltssambandið sum ger av, um felagið kann gerast limur. Starvsnevndin skal heita á aðalfundin um antin at góðtaka ella nokta einum umsøkjara limaskap. Umsøkjarin hevur rætt til á aðalfundinum at grundgeva fyri umsókn síni. Nýggi limurin fær rættindi og skyldur sum limur, tá hann er upptikin sum limur. Umboð fyri umsøkjaran hava rætt at atkvøða og verða vald í nevndir beinanvegin eftir at umsøkjarin er upptikin sum limur.
Stk.2.
Við umsóknini um limaskap í HSF skulu vera í minsta lagi fylgjandi:
a) Avrit av galdandi lógum og reglugerðum fyri umsøkjarin;
b) Ein listi yvir starvsfólk við tilvísing til, hvør teknar umsøkjandi felagið;
c) Eitt avrit av fundarfrágreiðing frá seinasta aðalfundinum ella stovnandi aðalfundinum hjá umsøkjaranum;
d) Eitt avrit av seinasta roknskapi umsøkjandi felagsins ella byrjunarfíggjarstøðu umsøkjandi felagsins.
Stk.3.
Limirnir í HSF hava fylgjandi rættindi:
a) at taka lut á aðalfundinum hjá HSF, fáa kunnleika til dagsskránna frammanundan, fáa innkalling til aðalfundin samsvarandi ásettu freistini og at nýta atkvøðurættindi síni;
b) at seta fram uppskot til dagsskránna til aðalfundin;
c) at seta fram uppskot til valevni til allar nevndir og bólkar hjá HSF;
d) at fáa upplýsingar um viðurskiftini hjá HSF gjøgnum nevndir o.a. hjá HSF;
e) taka lut í kappingum og/ella øðrum ítróttarvirksemi, fyriskipað av HSF;
f) nýta øll onnur rættindi samsvarandi viðtøkum og reglugerðum hjá HSF.
Stk.4.
Um tvey feløg ynskja at leggja saman ella samstarva um eitt lið, skal hetta fráboðast skrivliga til HSF í seinasta lagi 1. juli í tí ári, sum ætlanin er at byrja samstarvið um viðkomandi lið í, við skrivligu umsóknini skulu fylgja niðanfyri standandi upplýsingar:
a) Nágreinilig grundgeving fyri ynskinum hjá hvørjum parti sær um samanlegging. Hendan skal vera undirskrivað av øllum nevndarlimunum í hvørjum felagi sær.
b) Uppskot til avtalu millum feløgini, har støða m.a. verður tikin til:
- Navnið á liðinum/felagnum;
- Litur á klæðum;
- Hvar heimavøllurin skal vera;
- Hvør skal hava møguligar inntøkur frá dystum;
- Hvussu lýsingarinntøkurnar verða býttar millum feløgini;
- Hvussu útreiðslurnar av liðunum verða býttar millum feløgini;
- Í hvørjum felag leikaraloyvini skulu liggja;
- Hvør skal hava umsitingina av felagsliðnum um hendi;
- Hvat felag skal vera hægst og sostatt verða verandi í fremstu deildini, um so er, at tað eru fleiri enn 8 lið, tá/um liðini fara aftur hvør til sítt.
- Avrit av samtyktunum hjá hvørjum felagi sær, harav tað framgongur, at avgerð er tikin um samanleggingina/samstarvið um nýggja liðið.
- Fullfíggjað yvirlit yvir nevndarlimir í viðkomandi feløgum.
Stk.5.
Feløgini og limirnir í feløgunum hava skyldu til:
a) At fylgja lógum og reglugerðum hjá ÍSF og Hondbóltssambandinum.
b) At stuðla Hondbóltssambandinum í allar mátar, sum er neyðugt, fyri at Hondbóltssambandið kann røkja sínar skyldur.
c) At fáa loyvi frá Hondbóltssambandinum til:
- at skipa fyri dystum ella kappingum, har útlendsk lið eru við, og
- at luttaka í dystum ella kappingum uttanlands.
Stk.6.
Brot á viðtøkur, kappingarreglur ella aðrar fyriskipanir innan HSF kann verða sektað soleiðis:
Fyri feløg:
a) Átalu
b) Ávaring
c) Bót
d) Døma felag at missa heimavøll
e) Seta bann fyri at flyta leikarar
f) Áseta dyst/ir at leikast uttan áskoðarar
g) Áseta dyst/ir at leikast á uttanveltaðum vølli
h) Døma felag at tapa dyst
i) Frátaka ella tilluta stig og mál
j) Frátaka felag heiðursmerki
k) Strika meistaraheiti
l) Døma lið at flyta í lægri deild
m) Koyra felag úr kappingini
n) Koyra felag úr HSF
Fyri persónar:
a) Átalu
b) Ávaring
c) Bót
d) Leikbann
e) Seta forboð fyri at vera í umklæðingarrúminum og/ella at vera á útskiftingarbeinkinum
f) Seta forboð fyri at verða á leikvølli
g) Seta forboð fyri at taka lut í virksemi, sum hevur við hondbólt at gera í eitt ávíst tíðarskeið
Stk.7.
Feløgini lata eitt fast árligt limagjald til Hondbóltssambandið, umframt eitt fast árligt gjald fyri hvørt lið, sum verður teknað til kappingar hjá Hondbóltssambandinum. Limagjaldið er ásett á aðalfundi hjá Hondbóltssambandinum, og kann einans verða broytt á aðalfundi. Luttøkugjaldið verður ásett av nevndini. Nevndin hevur eisini heimild at broyta luttøkugjaldið. Limagjald og luttøkugjald skulu vera Hondbóltssambandinum í hendi áðrenn kappingin byrjar. Felagið sleppur ikki at vera við í kappingini, fyrr enn limagjald og luttøkugjald eru goldin.
HSF kann mótrokna krøv í áognum limanna.
Stk.8.
Felag, sum ætlar at melda seg úr Hondbóltssambandinum, skal skrivliga boða Hondbóltssambandinum frá hesum, og skal tað vera gjørt innan 1. juni at rokna.
Avgerð um at melda seg úr HSF er ikki galdandi fyrr enn limurin, sum hevur sett fram ynski um at fara úr, hevur lokið fíggjarligu skyldur sínar mótvegis HSF og hinum limunum í HSF.
Stk.9.
- Aðalfundurin tekur avgerð um at koyra lim úr felagsskapinum fyribils. Starvsnevndin kann tó við virknað beinanvegin koyra lim úr fyribils, um viðkomandi limur á álvarsligan hátt og fleiri ferðir brýtur skyldur sínar sum limur. Tílík avgerð um at koyra lim úr fyribils, skal galda til næsta aðalfund, um ikki Starvsnevndin innan ta tíð hevur tikið avgerðina aftur.
- Avgerð hjá Starvsnevndini um at koyra lim fyribils úr skal vera góðkend av komandi aðalfundi við 2/3 av teimum atkvøðum, sum atkvøða á aðalfundinum. Um avgerðin ikki verður góðkend, er avgerðin um, at limurin skal koyrast úr fyribils, dottin burtur av sær sjálvari.
- Limur, sum er koyrdur úr fyribils, missir limarættindi síni. Aðrir limir mugu ikki hava ítróttarligt samband við lim, sum er fyribils koyrdur úr. Aganevndin kann áseta aðra revsing.
Stk.10.
- Aðalfunduring kann koyra lim úr endaliga:
a) Um limurin ikki heldur fíggjarligu skyldur sínar mótvegis HSF.
b) Um limurin á álvarsligan hátt brýtur lógir, reglugerðir, ásetingar ella avgerðir hjá IHF, EHF, ÍSF ella HSF
c) Um limurin ikki í tvey fylgjandi ár hevur tikið lut í ítróttarligum virksemi hjá HSF - Fyri at koyra lim úr HSF krevst, at 2/3 av teimum, ið hava atkvøðurætt á aðalfundinum, atkvøða fyri uppskotinum. Hetta er tó ikki galdandi fyri avgerð sambært stk. 1, litra c), sum kann avgerðast við vanligum atkvøðumeiriluta. Fyri at kunna taka avgerð um at koyra lim úr felagnum endaliga sambært stk. 1, litra a) – c) krevst, at í minsta lagi 50% av limunum í HSF eru møttir á viðkomandi aðalfundi.
§ 4 Aðalfundur Hondbóltssambandsins
Stk.1.
Hægsta valdið í Hondbóltssambandinum er aðalfundurin, sum verður hildin innan 15. juni. Aðalfundurin skal vera fráboðaður feløgunum skrivliga og lýsast alment ein mánað frammanundan.
Stk.2.
Dagsskráin á aðalfundinum skal fevna um
- Val av orðstýrara.
- Formaðurin/forkvinnan greiður frá virki sambandsins í farna ári.
- Nevndin leggur fram grannskoðaðan roknskap.
- Kunning um fíggjarstøðuna inniverandi ár.
- Góðkenning av yvirskipaðari virksemis- og rakstrarætlan fyri komandi árið.
- Innkomin mál.
- Val av formanni/forkvinnu ella næstformanni/næstforkvinnu
- Val av nevndarlimum og eykalimum.
- Val av dómsnevnd
- Val av grannskoðara.
- Áseting av limagjaldi.
- Ymiskt.
Stk.2b.
14 dagar undan aðalfundinum sendir umsitingin hjá HSF limafeløgunum uppskot til yvirskipaða virksemis- og rakstrarætlan fyri komandi árið. Limafeløgini fáa síðani eina freist upp á eina viku til at gera viðmerkingar og koma við møguligum broytingaruppskotum til ætlanina. Ætlanin verður endaliga góðkend á aðalfundinum.
Stk. 3.
1. Luttakaratalið á aðalfundinum verður ásett soleiðis:
a) Fyri hvørt felag kunnu 3 persónar luttaka. Um eitt felag ikki er umboðað av nevndarlimi, skulu umboðini hava skrivliga fulltrú frá sínum felag, sum gevur teimum heimild at møta og at atkvøða á aðalfundinum. Limafeløg hava eina atkvøðu í part.
b) Fyri ÍSF kunnu 3 persónar luttaka. Hesir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
c) Grannskoðari felagsins og aðrir limir í nevndum, sum Starvsnevndin hevur sett, hava rætt til at luttaka. Hesir hava talurætt, men ikki atkvøðurætt.
d) Umboð fyri fjølmiðlarnar hava rætt at møta á aðalfundinum. Tað er bert loyvt at taka myndir undir sjálvum fundinum við loyvi frá fundarstjóranum. Umboð fyri fjølmiðlar hava ikki talu- ella atkvøðurætt. Fundarstjórin kann undir serligum umstøðum, tá trúnaðarmál skulu viðgerast, taka avgerð um at fjølmiðlarnir skulu fara av fundinum so leingi viðgerðin av hesum máli stendur við.
2. Luttakararnir skulu eftir umbøn vísa fram neyðuga skjalprógvan fyri rætti sínum at luttaka á aðalfundinum.
3. Bert luttakarar, ið eru til staðar, hava rætt til at atkvøða.
4. Starvsnevndin og skrivarin skulu luttaka á aðalfundinum. Limir í Starvsnevndini kunnu ikki umboða felag teirra á aðalfundinum, so leingi teir eru limir í Starvsnevndini.
Stk. 4.
Uppskot til val av formanni/forkvinnur, næstformanni/næstforkvinnu, limum og eykalimum í Starvsnevndini skulu vera send skrivliga til umsitingina hjá HSF í seinasta lagi 10 dagar áðrenn aðalfundin. Hondbóltssambandið boðar frá, hvør stendur fyri vali í seinasta lagi 14 dagar áðrenn aðalfundin. Hondbóltssambandið skal eisini upplýsa, um viðkomandi ynskir afturval. Um ein sessur gerst tøkur, tekur varalimur sæti fram til vanliga aðalfundin, og tá skal nýggjur limur veljast fyri restina av valskeiðinum.
Umsitingin hjá HSF boðar limafeløgunum frá nøvnunum á teimum, sum eru í uppskoti til Starvsnevndina í minsta lagi 7 dagar fyri aðalfundin.
a) Tá talan eru um persónsval krevst, at ein meiriluti av gildum atkvøðum atkvøður fyri í fyrsta umfari.
b) Eru fleiri enn tvey valevni til ein sess, verður valevnið, ið fær lægsta tal av atkvøðum koyrt úr í sambandi við seinni atkvøðugreiðslur, til bert 2 valevni eru eftir.
c) Starvsnevndarlimur kann ikki verða limur í Aganevndini og Dómsnevndini
Stk.5.
Uppskot um viðtøkubroytingar, skulu vera umsitingini hjá HSF í hendi í seinasta lagi 14 dagar fyri aðalfundin. Á aðalfundinum kunnu viðtøkuuppskot ikki viðgerast og góðkennast, uttan at tey standa á fundarskránni.
Stk. 6.
Í minstalagi 7 dagar áðrenn aðalfundin sendir umsitingin hjá HSF limafeløgnum fundarskrá, uppskot til yvirskipaða virksemis- og rakstrarætlan fyri komandi árið, uppskot um val av formanni/forkvinnu og starvsnevnd, uppskot um lógarbroytingar og onnur innkomin mál.
Stk.7.
Fyri at eitt uppskot skal vinna sømdir á aðalfundi, skal meir enn helmingurin av teimum møttu, sum hava atkvøðurætt, atkvøða fyri.
Um limafelag ikki fær møtt á aðalfundi ella eykaaðalfundi, men fegið vil vísa at tað stuðlar einum uppskoti til aðalfundin, skal felagnum verða loyvt at senda fulltrú til umsitingin HSF´s, við áskrift um, at felagið tekur undir við ella er ímóti tí uppskoti, sum er til viðgerðar.
Stk.8.
Eykaaðalfundur kann verða hildin, um Starvsnevndin ynskir tað, ella um helvtin av limafeløgunum ynskja tað.
Eykaaðalfundur skal vera lýstur – eins og aðalfundur sambært grein 4, stk. 1 – við 14 daga freist.
Stk.9.
Aðalfundurin skal samtykkja keyp og sølu av fastari ogn.
§ 5 Starvsnevndin
Stk.1.
Ovastu leiðslu HSF´s hevur Starvsnevndin. Í Starvsnevndini sita 5 limir, nevnliga formaður/forkvinna, næstformaður/næstforkvinna og 3 starvsnevndarlimir.
Formaðurin/forkvinnan og næstformaðurin/næstforkvinna verða vald einsæris av aðalfundinum. Formaðurin/forkvinnan og næstformaðurin/næstforkvinna verða vald fyri eitt 2 ára skeið. Afturval er loyvt.
Starvsnevndarlimirnir og eykalimir verða valdir einsæris á aðalfundi annaðhvørt ár fyri eitt 2 ára skeið. Afturval er loyvt.
Tveir starvsnevndarlimir og ein eykalimur verða valdir annaðhvørt ár og tveir starvsnevndarlimir og ein eykalimur annaðhvørt ár, soleiðis at annaðhvørt ár standa formaður/forkvinna,tveir starvsnevndarlimur og ein eykalimur fyri vali, meðan næstformaðurin/næstforkvinnan, tveir starvsnevndarlimir og ein eykalimurstanda fyri vali annaðhvørt ár.
Á fyrst komandi aðalfundi eftir hesa broyting verður ein eykalimur valdur fyri eitt ár, meðan ein eykalimur verður valdur fyri tvey.
Stk.2.
Starvsnevndin kann bert hava gildugt orðaskifti ella taka avgerð, um minst 3 nevndalimir eru møttir á starvsnevndarfundi.
Starvsnevndin tekur avgerð við vanligum meiriluta millum limirnar, ið luttaka á fundinum. Um tað stendur á jøvnum, er atkvøða nevndarformansins avgerandi
Limir í Starvsnevndini skulu taka seg úr orðaskiftinum og ikki luttaka í avgerðum, um møguleiki er fyri ógegni.
Avgerðir, ið verða tiknar, skulu skrivast í fundarfrágreiðingina.
Avgerðir, ið verða tiknar av Starvsnevndini, fáa virknað beinanvegin, um ikki Starvsnevndin tekur aðra avgerð.
Stk.3.
Starvsnevndin hevur øll fíggjarviðurskifti um hendi. Starvsnevndin tekur avgerðir í øllum málum, sum tað ikki áliggur aðalfundinum at taka avgerð um, og sum ikki sambært lóggávu ella hesum viðtøkum eru løgd til aðrar nevndir at taka avgerð um, herundir:
a) fyrireikar og innkallar til vanligar aðalfundir og eykaðalfundir hjá HSF.
b) útnevnir formenn/forkvinnur, varaformenn/varaforkvinnur og limir í undirnevndum.
c) setir aðrar nevndir við avmarkaðum uppgávum, har hetta verður mett neyðugt;
d) ásetir reglugerðir fyri skipan av føstum nevndum og nevndum við avmarkaðum endamáli.
e) setir í starv ella loysir úr starvi starvsfólk hjá HSF
f) setir á aðalfundinum fram uppskot um óheftar grannskoðarar;
g) setir venjarar fyri landsliðini umframt onnur starvsfólk
h) tryggjar, at viðtøkur HSF´s verða fylgdar og tekur neyðugar avgerðir í hesum sambandi;
i) kann siga upp persón ella nevnd ella fyribils koyra ein lim úr felagsskapinum fram til næsta aðalfund;
j) kann lata øðrum nevndum í HSF ella uttanfyri standandi uppgávur, sum Starvsnevndin hevur.
Stk.4.
Starvsnevndin skal einaferð um árið senda ÍSF frágreiðing um virki HSF´s.
Stk.5.
Starvsnevndin skal seta undirnevndir, sum í minsta lagi skulu telja hesar nevndir:
Kappingarnevnd, Aganevnd, Dómaranevnd, Stuðlanevnd ogÚrvals- og Menningarnevnd..
Stk.6.
Umsitingin hjá HSF tekur sær av fyrisitingarliga arbeiðinum. Tey, ið eru í starvi í umsitinginihjá HSF, eru bundin av innanhýsis skipanarligum reglugerðum hjá HSF og skulu avgreiða arbeiði sítt á bestan hátt.
§ 6 Kappingarnevndin
Stk. 1.
Kappingarnevndin syrgir fyri, at feløg siga frá luttøku í lands- og steypakappingini og leggur hesar kappingar til rættis. Kappingarnevndin leiðir lands- og steypakappingar og ansar eftir, at kappingar fara fram eftir settum reglum, og hevur myndugleika til at gera broytingar í kappingarskráunum.
Stk.2.
Kappingarnevndin hevur hægsta avgerðarrætt í øllum dagligum spurningum viðvíkjandi kappingunum, herundir eisini góðkenning av hallum og hallarumstøðum annars sambært galdandi reglum ásettum av HSF
Kappingarnevndin hevur heimild til at seta bann fyri, at dystir verða leiktir í høll, um henda ikki lýkur galdandi reglur.
Stk.3.
Í kappingarnevndini sita tríggir limir umframt tiltakslim. Limirnir verða valdir av Starvsnevndini.
Stk.4.
Avgerðir hjá Kappingarnevndini kunnu innan 7 dagar eftir, at avgerðin er fráboðað móttakaranum kærast til Aganevndina.
§ 6a Aganevndin
Stk. 1.
Aganevndin tekur avgerð í trætumálum, sum stinga seg upp í sambandi við dystir. Aganevndin viðgerð harumframt kæru- og ivamál, sum verða løgd fyri nevndina.
Stk. 2.
Kemur eitt felag, Starvsnevnd HSF´s, Kappingarnevnd HSF´s, Dómaranevnd HSF´s ella umsiting HSF´s eftir, at eitt felag, tess leiðsla, ábyrgdarfólk ella einstaklingar hava:
– brotið reglugerð HSF´s, víst ringan ítróttaranda ella ósømiligan atburð, ella
– víst atburð, sum verður mettur, at seta ítróttargreinina í ringt orð,
kann viðkomandi felag, nevnd ella umsiting leggja málið fyri Aganevndina.
Aganevndin kann eisini taka mál upp av sínum eintingum.
Stk. 3.
Aganevndin hevur í viðgerð síni av einum máli møguleika at taka fylgjandi avgerðir:
- Avvísa málið sum ógrundað ella lata vera við at áseta revsing.
- Geva ávaring.
- Geva leikarum, venjarum, leiðarum ella umboðsfólki annars leikbann og/ella bót.
- Døma eitt ella fleiri lið at missa stig og/ella mál í einum dysti.
- Áseta, at nýggjur dystur skal spælast, at dystur, sum er avbrotin, skal spælast liðugur ella áseta úrslitið av einum dysti, sum er avbrotin, sum endaliga úrslitið.
- Flyta stig til mótstøðulið.
- Frátaka einum ella fleiri liðum rættin til at spæla heimadyst og/ella hava áskoðarar til heimadyst.
- Áleggja einum felagi, at rinda øðrum felagi endurgjald.
Stk. 4.
Aganevndin hevur skyldu til at kunna viðkomandi, sum kært er um, um málið, herundir skjølini í málinum, so viðkomandi fær møguleika fyri at koma við sínum viðmerkingum til málið.
Stk. 5.
Avgerðir hjá Aganevndini skulu verða skrivligar og skulu nevna tær reglur og tey faktisku viðurskiftini, sum hava havt týdning fyri avgerðina.
Stk. 6.
Avgerðir hjá Aganevndini eru endaligar. Tó kunnu avgerðir, sum viðføra eina samlaða bót uppá meira enn 5.000 kr. ella leikbann uppá meira enn tríggjar spælidagar, ella avgerðir, sum í mun til støddina á revsingini kunnu javnmetast við slíkar avgerðir, kærast til Dómsnevndina.
Freistin at kæra avgerð hjá Aganevndini til Dómsnevndina er 6 dagar, frá tí at avgerðin hjá Aganevndini er komin fram til tann, sum ynskir at kæra avgerðina til Dómsnevndina.
Stk. 7.
Aganevndin verður mannað við trimum limum, sum Starvsnevndin fyri HSF tilnevnir, umframt tveimum eykalimum.
Starvsnevndin tilnevnir formannin/forkvinnuna í Aganevndini. Annars skipar Aganevndin seg sjálv.
Formaðurin/forkvinnan og annar varalimunum skulu vera løgfrøðingar.
§ 7 Dómaranevndin
Stk.1.
Dómaranevndin ansar eftir, at dømingin er í tráð við tær til eina og hvørja tíð galdandi reglur fyri hondbólt.
Stk.2.
Dómaranevndin útvegar dómarar og setur teir til at døma teir dystir í landskappingini og steypakappingini. Í teimum førum, tá ið dómarar og dómaraborð ikki verða útnevndir av Dómaranevndini, útvegar heimaliðið dómarar og fólk at manna dómaraborðið.
Stk.3.
Dómaranevndin skipar fyri skeiðum til útbúgving av dómarum, tíðtakarum og skrivarum.
Stk.4.
Dómaranevndin syrgir fyri, at ein eygleiðaraskipan virkar.
Stk.5.
Í Dómaranevndini sita tríggir til seks limir, sum Starvsnevnd HSF´s velur. Nevndin skipar seg sjálv við formanni/forkvinnu og næstformanni/næstforkvinnu.
§ 8 Dómsnevndin
Stk.1.
Dómsnevndin viðgerð kærur av avgerðum, sum Aganevndin hevur tikið.
Stk.2.
Viðgerðin fer fram sambært teimum til eina og hvørja tíð galdandi reglum fyri dómsnevndina innan ÍSF og viðgerð av kærum.
Stk.3.
Dómsnevndin verður skipa og vald sambært reglugerð fyri dómsnevndir hjá ÍSF.
§ 9 Nevndarsamsýning
Stk.1.
Nevndarlimir fáa onga løn.
§ 10 Altjóða stevnur
Hondbóltssambandið skal samráðast við ÍSF og onnur sersambond/deildir, áðrenn altjóða tiltøk setast í verk í Føroyum.
§ 11 Roknskapur og grannskoðan
Stk.1.
Roknskapur felagsins verður grannskoðaður av einum av aðalfundinum valdum ríkisgóðkendum grannskoðara, sum virkar, til ein aðalfundur hevur valt ein nýggjan grannskoðara í staðin.
Stk.2.
Roknskaparár felagsins fylgir kalendaraárinum, og er frá 1. januar til 31. desember.
§ 12 Tekningarreglur
Stk.1.
Felagið verður bundið við undirskrift av formanninum/forkvinnuni saman við einum nevndarlimi.
§ 13 Avtøka av HSF
Stk.1.
Avgerð um at taka HSF av krevur meiriluta upp á 2/3 av øllum limum í HSF, og avgerð skal takast á einum aðalfundi, ið er serliga innkallaður til endamálið.
Stk.2.
Um HSF verður avtikið, skulu ognirnar latast til ÍSF, sum skal taka sær av hesum ognum og sita fyri teimum á bestan hátt, til HSF verður endurstovnað.
§ 14 Skiftisreglur
Stk.1.
Samstundis sum hesar viðtøkur verða samtyktar, fara higartil galdandi lógir og reglugerðir hjá HSF úr gildi.
Samtykt á aðalfundi tann tann 1. juni 2024