Leikaramenningin 20/21 er byrjað

Seinasta vikuskiftið byrjaði leikaramenningin fyri kappingarárið 20/21. 140 børn fødd í árgangunum 06/07 luttóku hesuferð.

Áherðsla var hesuferð løgd á avleveringar, høga leikferð og vurderingsspæl. Støðið var høgt og leikararnir sluppu at royna seg saman við leikarum úr øðrum feløgum enn teirra egna. Øll feløgini vóru umboðaði og skapar hetta eitt samanhald sum leikararnir kunnu hava við sær framyvir.
Venjarar hesuferð hjá dreingjunum vóru Terji Mørk og Christoffur Gert Nielsen. Hjá gentunum vóru Johan Hofgaard og Morten Helweg venjarar.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Ein loysn frá Sendistovuni