Faroe Islands Handball Cup 2021 verður í døgunum 2. til 4. august 2021. Eins og í fjør, so verður Faroe Islands Handball Cup fyri aldurbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.

Faroe Islands Handball Cup 2021 verður í døgunum 2. til 4. august 2021. Eins og í fjør, so verður Faroe Islands Handball Cup fyri aldurbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.
Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.
Stóra Faxe Kondi steypafinaluvikuskiftið er farið afturum. Heili 18 finalur blivu leiktar og fingu vit tvær serstakliga spennandi finalur leygardagin, tá kvinnurnar og menninir spældu. Harumframt var eisini eitt serstakt finalutiltak við Eydnudeildini, sum eydnaðist sera væl.
Stroymið allar ungdómsfinalurnar her: HandballFaroeIslands
Tey, sum eru koppsett tvær ferðir fyri korona, og í minsta lagi átta dagar eru farnir, síðani seinnu koppsetingina, kunnu, við at vísa sítt koppsetingarkort fram, frítt keypa atgongumerki til steypafinalurnar í Høllini á Hálsi í vikuskiftinum.
Orsakað av almennu tilmælunum, verður talan um eitt avmarkað tal av áskoðarum, sum sleppa í Høllina á Hálsi at síggja Faxe Kondi steypafinalurnar í vikuskiftinum.
Komandi vikuskiftið verða Faxe Kondi steypafinalurnar í Høllini á Hálsi. Finalurnar verða væl dekkaðar av fjølmiðlunum við sjónvarpi, útvarpi, stroyming og tekstafrásøgn.
Til ársins Ítróttafagna hjá ÍSF í vikuskiftinum var Hondbóltssamband Føroya kosið Ítróttafelagsskapurin 2020.
Dómaranevndin boðar frá, at dómararnir og eygleiðarin í dystinum leygardagin millum kvinnuliðini hjá H71 og StÍF, hava viðgjørt bláa kortið, sum var víst Duritu Toftum Joensen við dystarlok, saman við reglutulki HSF´s.
HSF og alifyritøkan Mowi, hava longt verandi samstarvsavtalu. Hetta merkir, at Mowi verður verandi ein av stórstuðlunum hjá HSF, har Mowi er m.a. er sjónligt við Rinka vørumerkinum á klæðunum hjá landsliðunum.