Dagsatgongumerki til EM

Nú fáast dagsatgongumerki til keyps til bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá kvinnum, har Føroyar kemur at spæla í Basel.

Dagsatgongumerkini fáast til keyps her: Order your tickets for the Women’s EHF EURO 2024 in Austria, Hungary and Switzerland (eurohandball.com)

Tá Føroyar eru í bólki saman við Sveis, eru sera fáa atgongumerki eftir til sølu, men er nokso fitt til triðja dystin hjá Føroyum, sum er móti Danmark. Her viðmæla vit at keypa í sektión A2, sum er uppat føroysku áskoðarunum.

Enn eru nakrir atgongumerkjapakkar eftir til sølu til allar dystirnar hjá Føroyum og fáast teir til keyps her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (ticketcorner.ch) Fyri at sita saman við føroyingunum, skulu tit keypa ígjøgnum hesa leinkjuna og síðani skriva koduna EURO-FAR í ávísta teigin. Hareftir kunnu tit klikkja á tey sitiplássini, sum tit ynskja at keypa. Talan er um eitt avmarkað tal av atgongumerkjum, sum eru tillutaði Føroyum. Talan er um atgongumerki, sum eru til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í bólkaspælinum, umframt hin dystin í bólkinum á sama dystardegi.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni