European Cup heldur fram

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið.

Komandi vikuskiftið spælir Neistin á heimavølli, í Høllini á Hálsi, móti sveisisku LK Zug Handball, meðan H71 spæla á útivølli móti ukrainsku HC Galychanka. Dystirnir móti Galychanka verða leiktir í pólska býnum Bilgoraj.

Dystirnir liggja soleiðis:
Fríggjadagin 13. nov. kl. 19.00 Neistin – LK Zug Handball
Leygardagin 14. nov. kl. 19.00 Neistin – LK Zug Handball

Leygardagin 14. nov. kl. 16.00 HC Galychanka – H71
Sunnudagin 15. nov. kl. 13.00 HC Galychanka – H71

Mennirnir hjá H71 eru enn við í kappingini og fáa vikuskiftið 21. – 22. november vitjan av pólsku Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski. Teir dystirnir liggja soleiðis:

Leygardagin 21. nov. kl. 17.00 H71 – Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski
Sunnudagin 22. nov. kl. 17.00 H71 – Rebud KPR Ostrovia Ostrów Wielkopolski


European Cup heldur fram

10. november 2026

Tað eydnaðist tíverri ikki VÍF at koppa sterku slovakisku HK Slovan Dusla Sala á útivølli í vikuskiftinum. Slovakiska liðið vann 65-50 tilsamans, og eru VÍF harvið úti úr kappingini. European Cup hondbólturin heldur tó fram við neistakvinnum og H71 komandi vikuskiftið. Komandi vikuskiftið spælir Neistin á heimavølli, í Høllini á Hálsi, móti sveisisku LK Zug […]

EM-liðið hjá kvinnum úttikið

9. november 2026

Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 16 leikararnar, sum skulu umboða Føroyar í EM-endaspælinum í desember, sum verður leikt í Póllandi, Rumenia, Kekkia, Slovakia og Turkalandi.

Gott stig í Podgorica

8. november 2026

Tað gekk javnt á so at siga allan dystin, og Føroyar og Montenegro deildu stigini. Tað endaði javnt, 34-34, eftir at Montenegro vóru frammanfyri 18-17 í hálvleikinum. Bert smálutir gjørdu at tað ikki eydnaðist at fáa bæði stigini.

Ein loysn frá Sendistovuni