Gallaveitslan 2024

Komandi leygardag, 18. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2024. Tiltakið í ár verður í Salt á Drelnesi í Suðuroy, har VB skipar fyri. Byrjað verður kl. 18.30.

Undirtøkan fyri árligu Gallaveitsluni í hondbólti hevur øll árini verið sera góð og er eitt av hæddarpunktunum valið av ársins leikarum, venjarum og dómarum. 260 fólk hava meldað til veitsluna í ár.

Aftur í ár verður Hondbóltsambandið ein virkin viðleikari í samband við tiltakið. Meðan VB hevur skipar fyri sjálvari veitsluni, skipar HSF fyri atkvøðugreiðsluna um ársins heiðrar. Tey ið velja eru, eitt leikaraumboð/liðskipari, venjararnir hjá liðunum í SMS- og Burn deildini, fjølmiðlarnir, sum fylgja hondbóltinum og landsliðsvenjararnir hjá ávikavist kvinnum og monnum. Atkvøtt verður við 3, 2 og 1 stigi, og er atkvøðugreiðslan almenn.

HSF og VB gleða seg at bjóða vælkomin til Gallaveitsluna 2024.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Hondbólturin fær nýggjan heimavøll

4. september 2026

Allir hondbóltsdystir í landskappingini og steypakappingini verða stroymdir á nýggja pallinum Portal Play, sum verður tøkur í dag. Stovna brúkara og hygg ókeypis um vikuskiftið.

Kvinnulandsliðið úttikið

1. september 2026

Fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið hjá kvinnum byrja í næstum. Landsliðsvenjararnir, Claus Leth Mogensen og Simon Olsen, hava úttikið hesar 23 leikarar til venjingar í Føroyum í viku 39, 21. – 29. september.

Ein loysn frá Sendistovuni