Høllin á Hálsi var okkara

Frammanfyri einari fantastiskar áskoðarafjøld gjørdi manslandsliðið væl og virðiliga sína skyldu og vunnu ein fantastiskan, 34 – 27, sigur á Norðurmakedonia í fyrra HM play-off dystinum. Nú bíðar avgerðandi dysturin um HM-plássið komandi sunnudag í Skopje.

Føroyar settu seg á dystin frá byrjan, og tá átta minuttir vóru farnir skoraði Hákun West av Teigum til 7-2. Elias Ellefsen á Skipagøtu stjórnaði føroyska álopsspælinum til UG hesa fyrstu løtuna. Norðurmakedonar komu tó spakuliga inn í dystin eftir leikbrá, og minkaðu teir um munin niður í tvey mál. Føroyski venjarin, Peter Bredsdorff-Larsen, hevði brúkt nógva orku upp á verjuspælið hesa vikuna, og tað sást eisini aftur í dystinum. Verjan, við Teis Horn Rasmussen á odda, steðgaði ferð eftir ferð gestunum, sum eisini royndu seg við sjey ímóti seks alopspæli. Føroyingarnir bardust allan dystin á tamb fyri at tippa spælmøguleikarnar inn til stóru strikuna, og tað eydnaðist sera væl. Intensiteturin var høgur, og miðverjan flutti seg væl fyri hvørjum øðrum og fangaði leysi bóltarnar. Føroyar fóru til hálvleikst fýra mál frammanfyri, 18-14.

Í seinna hálvleiki vaks munurin skjótt. Heimaliðið hótti í næstan hvørjum álopi, og Elias Ellefsen á Skipagøtu og Óli Mittún skiftust um at skjóta mál. Tá Norðurmakedónia, sum fingu nógvar útvísingar, royndu at steðga stórspælandi miðjunum, gjørdist alt betri pláss úti hjá Leivi Mortensen og Hákuni West av Teigum, og vengurnir vóru eirindaleysir. Leivur Mortensen skoraði upp á allar sínar fimm royndir, meðan Hákun West av Teigum skeyt sítt sætta og síðsta føroyska málið í allarseinastu sekundunum.

Føroyar hava sjey mál í skjáttini við niður til Skopje, har seinni dysturin verður sunnudagin kl. 19.00. Dysturin verður vístur í KVF, FM1 sigur eisini frá og er Portal.fo eisini við.

Dystargongdin:
5 min: 4-2
10 min: 7-5
15 min: 9-7
20 min: 11-8
25 min: 15-10
30 min: 18-14
35 min: 22-16
40 min: 25-18
45 min: 25-18
50 min: 28-20
55 min: 30-23
30 min: 34-27

Málskjúttar hjá Føroyum:
Elias Ellefsen á Skipagøtu 10 (3)
Óli Mittún 6
Hákun West av Teigum 6
Vilhelm Poulsen 5
Leivur Mortensen 5
Kjartan Johansen 1
Teis Horn Rasmussen 1

Málverjar:
Pauli Jacobsen 18 %
Nicholas Satchwell 22%

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni