Faxe Kondi kappingin byrjar

Í kvøld byrjar Faxe Kondi kappingini hjá monnum. Talan er um undandyst til bólkaspælið hjá monnum og hittast SÍF og H71 2 á Giljanesi í kvøld kl. 20.00. Vinnarin av dystinum vinnur pláss í bólkaspælinum saman við teimum 7 liðunum úr Burn deildini.

Bólkaspælið hjá kvinnum og monnum verður leikt í tíðarskeiðnum frá viku 2 til viku 7 komandi ár. Stóra finaluvikuskiftið er 20. – 21. februar.

Ungdómsdeildirnar eru longu byrjaðar og hava leikt fyrsta umfar. Úrslit og leikskráir fyri Faxe Kondi kappingina síggjast her:
Faxe Kondi-kappingin – HSF

 

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni