Lutakast hjá U17- og U19-kvinnum

Í morgin, mikudagin 10. februar, verður lutakasti til EM-kappingarnar hjá U17- og U19-kvinnum, sum skulu spælast í summar.

Lutakastið verður á EHF-høvuðsætinum í Wien kl. 10.00, føroyska tíð, og verður stroymt á facebook og youtube.
https://www.facebook.com/homeofhandball/posts/3693707394011058
https://youtu.be/DNnyCshxvmI

EM-kappingarnar hjá ungdómsliðunum eru skipaðar soleiðis, at 16 tey hægst styrkismettu londini spæla um EM-meistaraskapið, meðan hini londini spæla um uppflyting til meistaraskapið og hægri styrkismeting.

Føroysku liðini spæla um uppflyting og eru bæði U17-  og U19-kvinnurnar styrkismettar sum nummar 25 í Europa.

U17-kvinnurnar skulu spæla EM-kapping í Georgia í august. 12 lið luttaka í kappingini og flytur vinnarin upp. Føroyar eru styrkismettar í potti 3. Lutakastið sær soleiðis út:
Pottur 1: Holland og Serbia
Pottur 2: Ukraina og Italia
Pottur 3: Føroyar og Georgia
Pottur 4: Grikkaland og Ísrael
Pottur 5: Bulgaria og Bosnia/Hezegovina
Pottur6: Estland og Luksemborg

U19-kvinnurnar skulu spæla EM-kapping í Makedonia í juli. 10 lið luttaka í kappingini og flytur vinnarin upp. Føroyar eru styrkismettar í potti 2. Lutakastið sær soleiðis út:
Pottur 1: Holland og Ísland
Pottur 2: Føroyar og Pólland
Pottur 3: Hvítarussland og Makedonia
Pottur 4: Finnland og Kosovo
Pottur 5: Bosnia/Hezegovina og Stóra Bretland

 

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

U18-menn: Endaðu nr. 16

9. august 2026

Póllendingar vardu betri í seinna hálvleiki, vórru kaldari og mongu føroysku villurnar kostaðu løtuna tá dysturin skuldi avgerðast. Pólland vann 41-35, eftir at Føroyar vóru frammanfyri 19-18 í hálvleikinum. Føroyar blivu við hesum nr. 16 av teimum 24 liðunum í EM-endaspælinum.

Ein loysn frá Sendistovuni