Online barnavenjaraskeið

Í mai mánaði skipar IHF fyri fleiri online barnavenjaraskeiðum. Øll kunnu melda seg til. Les meira um skeiðini her.

Hvønn týsdag og fríggjadag í mai mánaði verða gratis webinar, sum snúgva seg um barnahondbólt í aldrinum 5-12 ár.

Skeiðini venda sær til bæði venjarar, dómarar, lærarar og foreldur. Tað er gratis at luttaka og skal man bert skráseta seg.

Skeiðini eru hesi og verða tey týsdagar og fríggjadagar frá kl. 13.00 – 14.00.

4. mai – “Getting children started in Handball” (Dr. Ilona Hapkova)
7. mai – “Planning the first practice” (Dr Patricia Sosa Gonzalez)
11. mai – “Building the foundation through handball” (Dr. Pable Greco)
14. mai – “Handball as an interactive sport” (Dr. Gerard Lasierra)
18. mai – “Scoring the first goal” (Dr. Milan Petronijevic)
21. mai – “Winning the ball on defence” (Dr. Nabeel Taha Al Shebab)
25. mai – “Teaching in the real world” (Mr. Craig Rot)
28. mai – “Next steps in handball: After the pandecmic” (Panel discussion)

Tey, ið skráseta seg, og taka øll átta skeiðini, fáa skeiðsprógv sendandi frá IHF. Les meira  og um tilmelding her.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni