Stór altjóða hondbóltsvika

Í hesari vikuni eru heili fýra altjóða hondbóltsdystir við føroyskari luttøku.

Mikudagin kl. 19.00 spælir føroyska A-landsliðið hjá monnum EM-undankappingardyst móti Ukraina í týska býnum Aschaffenburg. Dysturin verður vístur í KVF.

Fríggjadagin og leygardagin kl. 18.00 verða EHF Cup dystir hjá kvinnum, har H71 skal spæla móti eysturíkska liðnum SC witasek Ferlach. Báðir dystirnir verða í Ferlach í Eysturríki.

Sunnudagin kl. 18.00 verður EM-undankappingardystur hjá A-landsliðnum hjá monnum í Høllini á Hálsi, har Føroyar taka ímóti Eysturríki. Atgongumerki til hendan dystin fáast atgongumerki.fo.

European Cup vikuskiftið í Hoyvík

20. november 2026

Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.

Stóra Bretland á vitjan

18. november 2026

U19-landsliðið hjá kvinnum er úttikið til tveir venjingardystir móti Stóra Bretlandi við Tjarnir næsta vikuskiftið. Landsliðsvenjarnir hava úttikið hesar leikarar.

U17-landsliðið úttikið

12. november 2026

U17-landsliðið, sum skal kappast á heimavølli Við Tjarnir vikuskiftið 27. – 29. november, er nú úttikið. Talan er um EM-undankappingarbólk, har Ísland, Ísrael, Turkaland og Føroyar kappingast um tvey pláss í EM-endaspælinum í summar.

Ein loysn frá Sendistovuni