Europeisk tap

Bæði Team Klaksvík og Neistin eru úti úr European Cup eftir fyrsta umfar, sum var leikt í vikuskiftinum.

Team Klaksvík tapti báðar sínar dystir móti bosnisku RK Sloboda. Báðir dystirnir vóru leiktir á útivølli í Tuzla. Úrslitini gjørdust 30-19 í fyrra dystinum og 23-18 til RK Sloboda í seinna dystinum. Talan var tó um tveir góðar og gevandi dystir hjá Team Klaksvík, har tó tað keðiliga hendi í fyrra dystinum, at lyklaleikarin hjá Team Klaksvík, Jens Pauli Poulsen, kom illa fyri eftir eina takling og mátti av vøllinum á sjúkrahús, har tað var staðfest, at hann hevði slitið krossbandið.

Neistamenn leiktu báðar sínar dystir á heimavølli í Høllini á Hálsi, har tað vóru ísraelsku Holon Yuvalim, sum vitjaðu. Ísraelska liðið vann greitt í fyrra dystinum 34-23. Munurin var tó ikki so stórur á liðunum, men vóru neistamenn als ikki nóg neyvir í skotunum og gjørdist munurin tískil ov stórur. Seinni dysturin var tættari og endaði 30-26 til gestirnar.

Komandi vikuskiftið eru tað kvinnurnar, sum spæla. Neistin skal til Litava, har tær møta Cascada HC Garliava, meðan H71 skulu til Italia at møta Handball Erice. Í báðum førðum eru fyrru dystirnir fríggjdagin og seinnu leygardagin.

H71 og VÍF úti úr Europa

21. oktober 2024

Hóast góð avrik, so eru mansliðini hjá H71 og VÍF úti úr European Cup. VÍF stóð seg serliga væl í seinna heimadystinum móti Handball Westwien, har teir vunnu 34-30 í seinna dystinum í Vestmanna.

Kvinnulandsliðið saman

15. oktober 2024

Í komandi viku savnast kvinnulandsliðið aftur. Talan er um næstseinastu samlingina, áðrenn farið verður til EM-endaspælið í Basel.

Væleydnaður málverjadagur

14. oktober 2024

At vera málverji í hondbólti er serstakur og týdningamikil leiklutur á hondbóltvøllinum. Fyra at kasta ljós á leiklutin og stimbra ungu føroysku hondbóltsmálverjunum, skipaði HSF í dag fyri málverjadegi í Klaksvík.

Ein loysn frá Sendistovuni