Neistakvinnur og H71 út í Europa

Komandi vikuskiftið skulu kvinnurnar hjá Neistanum og H71 spæla European Cup dystir. Bæði feløgini spæla dystirnar á útivølli.

Neistin møtir Cascada HC Garliava úr Litava. Dystirnir verða leiktir í Garliava fríggjadagin og leygardagin, báðar dagarnar kl. 16.00, føroyska tíð.

H71 møta Handball Erice úr Sisilia í Italia. Dystirnir verða leiktir í Erice fríggjadagin og sunnudagin, báðar daganar kl. 17.00, føroyska tíð.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni