EM lutakast hósdagin

Í morgin, hósdagin kl. 17.00, føroyska tíð, verður lutakastið til EM-endaspælið hjá kvinnum. Tá verður eisini greitt, hvørt Føroyar skulu spæla í Basel, Innsbruck ella Debrecen.

Lutakastið verður í Wien og verður ætlandi víst í Kringvarpinum. Lutakastið kann eisini stroymast á ehfttv.com og Home of Handball á youtube.

Raðfylgjan fyri styrkismetingina sær soleiðis út:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Montenegro, Frakland, Svøríki, Niðurlond

Pottur 2: Týskland, Spania, Rumenia, Ungarn, Sveis, Eysturríki

Pottur 3: Slovenia, Kroatia, Pólland, Serbia, Makedonia, Ísland

Pottur 4: Kekkia, Ukraina, Turkaland, Føroyar, Portugal, Slovakia

EM-endaspælið verður leikt í døgunum 28. november til 15. desember í Basel í Sveis, Innsbruck og Wien í Eysturríki og Debrecen í Ungarn. Les meira um endaspælið her: WOMEN’S EHF EURO 2024 (catchthespirit2024.com)

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni