Leikaramenning

Hondbóltssamband Føroya byrjaði við leikaramenning kappingarárið 2013-14. Hesi árini hevur HSF ment og tillaga tilboðið, sum er ætlað sum eitt ískoyti til dagligu venjingina heima í feløgunum.

Leikaramenningin skal vera eitt hugkveikjandi ískoyti til menningina av føroyskum hondbóltsleikarum, men týdningarmiklasti parturin av venjingini hjá øllum leikarum fer fram í teimum dagligu venjingunum úti í feløgunum.

Aldursbólkar

BólkarÁrgangurDatoTal av leikarum
U14201002/03.11.2024
01/02.02.2025
05/06.04.2025
35 x 2
U13201102/03.11.2024
01/02.02.2025
05/06.04.2025
35 x 2
U122012Verður avtala nærri við feløginiØll í árganginum

Endamál
Endamálið við leikaramenningini er at geva øllum leikaraum eina felags fatan av, hvussu vit ynskja spæla hondbólt í Føroyum. Vit ynskja samstundis at kunna leikararnar um týdningningin av eitt nú styrkivenjing, skaðafyribyrging og mentalari venjing.

Venjingarnar í leikaramenningini skulu hava eitt fakliga høgt støðið, tí vera tað ungdómslandsliðsvenjararnir, ið koma standa fyri venjingunum. Í leikaramenningini ynskja vit at geva leikararum íblástur til venjingar, ið teir kunna taka við heim at nýta í teirra egna felagi.

Vit vilja við leikaramenningini knýta bond millum leikarar tvørtur um feløgini. Hetta við tí fyri eyga, at vit hava eitt tættari tilknýti millum leikararnar, tá hesir gerast landsliðsleikarar í framtíðini.

Venjingarnar
Venjingarnar byggja á og fylgja ti føroyska leistinum og læruætlanini hjá HSF. Nakrir av fremstu venjarunum í Føroyum vera gestavenjarar. Harumframt eru fastir hjálparvenjarar knýttir at, umframt at fastir málverjavenjarar eru til allar venjingarnar.

Í kappingarárinum 2024/25 koma tað at vera tríggjar samlingar fyri aldursbólkarnar U13 og U14. Fyri U12 verður skipa fyri venjingum í egnum felagið tvær ferðir um árið (møguleiki er fyri, at tvey ella fleirin feløg koma venja saman).

Úttøkan
Útgangsstøðið er, at flestu íðkararnir, við grundleggjandi hondbóltsligum og kropsligum førleikum, frá flestu hondbóltsfeløgunum í landinum, koma við. Áherðsla verður samstundis løgd á hugburð, arbeiðssemi og íðni.

Vit ynskja at hava eitt gott samskifti við feløgini og venjararnar hjá einstøku leikarunum. Tað er umráðandi, at feløgini og venjararnir vísa áhuga fyri úttøkuni, og hjálpa HSF at røkka øllum íðkarunum.

Spurningar og viðmerkingar eru vælkomnar, og best er, um úttøkan verður gjørd í tøttum samstarvi millum HSF og venjararnar. Tvs. at um ein leikari er, sum venjararnir halda eiga at vera við, so mugu teir gera vart við tað.

Boð og avboð
Boð um úttøku verða send feløgunum og venjarunum í feløgunum 14 dagar áðrenn hvørja leikaramenning. Tað er tá uppgávan hjá feløgunum at bera leikarunum boðini.

Avboð skulu í góðari tíð sendast við telduposti beinleiðis til Mark Lausen-Marcher, mark@hsf.fo. Leikarar.

At hava við
Allir leikararnir í leikaramenningini fáa eina leikaramenningsblusu frá HSF. Til hvørja venjing hava leikararnir hava egin klæðir og útgerð við, herundir leikaramenningsblusuna, stuttabuksir, skógvar, bólt og vatnfløsku.

Eru spurningar ella ivamál kunna leikarar og feløg seta seg í samband við ítróttarstjóran hjá HSF, Mark Lausen-Marcher, mark@hsf.fo, 231981.


Ein loysn frá Sendistovuni