Kunning

Kunning til landsliðsleikarar hjá HSF
Hendan kunning er ætlað øllum leikarum, sum eru partur av landsliðunum hjá HSF. Hondbóltssambandið ynskir við hesum skrivi at kunna um ymisk viðurskifti, sum hava týdning fyri landsliðsleikarar í tí dagliga, í sambandi við venjing, og tá leikarar ferðast í sambandi við landsliðsuppgávur.

Upplýsingar um leikarar
Tá ein leikari verður úttikin til ein landsliðshóp, er tað ábyrgdin hjá viðkomandi leikara at senda HSF fylgjandi upplýsingar:

Navn, føðingardag, felag, bústað, telefonnummar, teldupostbústað, stødd á klæðum (XS, S, M, L, XL, XXL), passnummar og kontaktpersónar heima (navn og telefonnummar hjá avvarðandi persónum, sum HSF kann seta seg í samband við, um tørvur er á tí).

Hesar upplýsingar skulu latast inn umvegis Forms skjal: https://forms.office.com/e/EgcYbyGHJz.

Somuleiðis skulu landsliðsleikarar, í samband við uttanlandsferðir, senda HSF eina skriftliga váttan, at teir hava síni tryggingarviðurskifti í lag, sí meira um hetta longri niðri. Hetta fyri at tryggja, at ongar misskiljingar eru. Hevur HSF ikki fingið hesar upplýsingar, er tað at skilja sum, at leikarin hevur síni viðurskifti í lagi.

Pass
Tað er sera týdningarmikið, at landsliðsleikarar altíð hava galdandi pass við, tá ferðast verður við landsliðnum. Hetta er eisini galdandi, um kappingin / dysturin er í Føroyum, tí EHF skal síggja pass hjá øllum leikarum til dystir / kappingar í Føroyum, og um ein leikari verður tikin út til dopingkontrol skal viðkomandi eisini hava samleikaprógv. Tað er IKKI møguligt at brúka onnur sløg av samleikaprógvum, sum t.d. koyrikort.

Tað er týdningarmikið, at passið er galdandi fráfaringardagin + 6 mánaðar.

Heilivágur/doping
Tað er uppgávan hjá landsliðsleikaranum at boða liðleiðaranum fyri viðkomandi landsliði frá, um viðkomandi leikari tekur heilivág, sum tað er neyðugt at vita nakað um, og sum evt. krevur serligt loyvi at ferðast við.

Tað er sera umráðandi, at hetta verður gjørt í góðari tíð í sambandi við landsliðsuppgávur, soleiðis at neyðug loyvir og váttanir kunnu fáast til vega, um tað er neyðugt. Her skal samstundis havast í huga, at hóast heilivágurin er fingin við ávísing frá lækna, kann vera neyðugt við góðkenning.

Um hetta ikki verður gjørt, er vandi fyri, at viðkomandi leikari verður tikin fyri doping.

Sí annars vegleiðing frá ÍSF: https://isf.fo/antidoping/.

Serligur tørvur
Tað er uppgávan hjá landsliðsleikaranum at boða viðkomandi liðleiðara frá, um leikarin hevur ovurviðkvæmi ella annað, sum krevur, at tað verða tikin serlig atlit. Í sambandi við landsliðsuppgávur ber t.d. til at fáa serligan mat, um boðað verður frá í góðari tíð.

Egingjald
Starvsnevndin hevur samtykt, at allir leikarar, sum eru við á uttanlandsferð við ungdómslandsliði ella við leikaramenningini, skulu gjalda eitt egingjald. Egingjaldið er í mesta lagi kr. 3.500,00 fyri hvørja ferð og í mesta lagi kr. 4.000,00 um árið.

Upplýst verður um støddina á egingjaldinum í sambandi við hvørja ferð sær.

Trygging
Tað er ábyrgdin hjá hvørjum einstøkum leikara at hava síni tryggingarviðurskifti í lagi, soleiðis sum hvør einstakur ynskir sær tað.

Tó er ferðatryggingin hjá HSF galdandi fyri yrkisleikarar. Um ein leikari ivast í, hvørt hann lýkur treytirnar fyri at verða yrkisleikari í hesum høpinum, kann hann venda sær til umsitingina hjá HSF.

Ítróttasamband Føroya (ÍSF), sum HSF er limur í, hevur eisini eina vanlukkutrygging, sum er galdandi í sambandi við venjingar og kappingar heima í Føroyum. Meira kann lesast um hesa tryggingina á heimasíðuni hjá ÍSF (sí: http://www.isf.fo/tilfar/felags-vanlukkutryggingin/).

HSF vil samstundis viðmæla øllum úrvalsíðkarum og landsliðsleikarum í hondbólti at tekna eina sokallaða viðgerðartrygging, sum tryggjar, at ein leikari, sum verður skaddur, kann fáa viðgerð alt fyri eitt og sleppa undan bíðitíðini, sum ofta er á almennum sjúkrahúsum.

Ferðing
Yvirskipað avgreiðir HSF allar bólkaferðir í samband við savningar, dystir og kappingar hjá landsliðunum.

Í sambandi við venjingar, sum liggja í frítíðini (tvs. á sumri, í heystfrítíðini, á jólum, á páskum og møguliga aðrar frítíðir) verður væntað, at leikarar eru heima í Føroyum.

Í samband við einstaklingaferðing í samband við landsliðsuppgávur, sum ikki eru í frítíðini, skipa og keypa leikararnir sjálvi sínar ferðir. HSF endurrindar tá leikarunum samlaðu ferðaútreiðslurnar móti fakturum ella kvittanum frá veitarunum. Útskriftir frá heimagreiðslu, paypal o.s.fr. verður í útgansstøðinum ikki góðtikið.

Um møguleiki er fyri tí, skulu leikarar altíð keypa Sveiggj ferðaseðlar frá Atlantic Airways. Um hetta ikki ber til skulu leikarar keypa ferðaseðlarnar til lægsta møguliga prís.

Leikarin skal senda ein teldupost til Andrass Thomsen, andrass@hsf.fo. Í teldupostinum skal nágreinast, hvat fyri landslið og venjing/dyst, ið talan er um. Skjølini skulu vera greið og týðulig og tilskilast skal, til hvat konto nr. í hvørjum banka peningurin skal flytast.

Atburður
Føroyskir landsliðsleikarar skulu altíð vísa góðan og jaligan atburð. Hetta í sambandi við venjing, uttanlandsferðir og til dagligt. Leikarar, sum eru partur av føroyskum landsliði í hondbólti, skulu umboða Føroyar og føroyskan hondbólt á sømuligan hátt við góðum atburði og við virðing fyri hvørjum øðrum.

Klæðir og sponsorar
Tað er ábyrgdin hjá landsliðsleikarum at virða klæðna- og stuðlasáttmálarnar hjá HSF. Landsliðsleikarar mugu til eina og hvørja tíð, í samband við landsliðsvirksemi, í tann mun tað er møguligt, verða í røttum klæðum, har stuðlarnir framganga.

Sosialu miðlarnir
Tað er týdningarmikið, at landsliðsleikarar eru tilvitaðir um, at teir umboða ikki bara seg sjálvar, men eisini HSF og allan føroyskan hondbólt sum heild, tá teir eru við landsliðnum. Hetta er eisini galdandi á sosialum miðlum, tí verður væntað, at allir landsliðsleikarar vísa virðiligan og ábyrgdarfullan atburð, tá tilfar verður lagt út á sosialar miðlar.

Tilfarið eigur at avspegla, at tú ert á landsliðsferð í hondbóltsørindum, og ikki á einari persónligari frítíðarferð. Tað er tí umráðandi, at myndir og annað innihald vísa HSF og føroyskan landsliðshondbólt á ein virðiligan hátt. Her eigur eisini at vera hugsa um, at tað bert eru stuðlarnir hjá HSF, ið eru sjónligir.

Loyvd frávera
Allir úrvalsíðkarar kunnu søkja um loyvda fráveru í sambandi við ítrótt. Hetta t.d. í sambandi við kappingar, venjingarlegur og annað.

“Úrvalsíðkari” merkir næmingur, sum ÍSF, saman við avvarandi sersambandi, metir, hevur serliga góðar førleikar innan tær ítróttargreinar, sum ÍSF umboðar. Fyri at verða góðkend/ur sum “úrvalsíðkari” er neyðugt at senda umsókn til ÍSF, ið síðani kunnar íðkaran og viðkomandi skúla um, at viðkomandi er mett/ur at vera “úrvalsíðkari”.

Nærri kunning um skipanina sæst her: www.uvs.fo/urval. Umsókn skal sendast til undirvising@uvs.fo.

Tryggur ítróttur
Tað er umráðandi fyri HSF at hava eitt trygt og mennandi umhvørvið á landsliðunum. Tað er tí umráðandi, at tú sigur frá, um tú kemur í eina keðiliga støðu í ítróttinum, tað kann tildømis vera, at tú verður happaður, ert fyri mismuni, misrøkt ella ágangi.

Um tú hevur spurningar ella ivamál í hesum sambandið, so er møguleiki fyri at seta seg í samband við ráðgevingina hjá ÍSF, Tryggur Ítóttur. Møguleiki er at lesa meira um Tryggur Ítróttur á https://www.trygguritrottur.fo/

Persónligir upplýsingar
HSF goymir ávísar persónsupplýsingar um landsliðsleikarar. Hesir upplýsingar verða einans goymdir, meðan leikarin er knýttur at einum landsliði. Endamálið við hesum er bæði praktiskt – t.d. í samband við samskifti og ferðing – og fyri at kunna stuðla undir leikliga menning og framgongd hjá leikaranum.

HSF heintar og viðger persónsupplýsingar í samband við kropsligar kanningar, sum verða gjørdar í samstarv við landsliðsleikarar. Hetta umfatar m.a. upplýsingar um styrki, skjótleika, úthaldni og onnur viðkomandi kropslig og ítróttarlig viðurskifti.

Endamálið við hesum er at kunna meta um kropsliga støðið hjá einstøkum leikarum og stuðla undir teirra menning og framgongd. Dáta kunnu harumframt verða nýttar í sambandi við arbeiðið við venjingarætlanum, liðssamanseting, endurvenjing og menningarætlanum fyri landsliðsleikarar.

Allar upplýsingar verða viðgjørdar í trúnaði og í fullum samsvari við galdandi lóggávu um vernd av persónsupplýsingum, og verða varðveittar við atliti at ítróttarliga arbeiðinum hjá HSF.

Spurningar og viðmerkingar
Um tit hava spurningar ella viðmerkingar til omanfyri standandi kunning ella til onnur viðurskift, kunnu tit venda tykkum til Andrass Thomsen, stjóra í HSF, á andrass@hsf.fo ella tlf. 231984.

Ein loysn frá Sendistovuni