Pauli til Respect Your Talent

Pauli Rasmussen, sum spælir við føroyska U19-landsliðnum, hevur í vikuskiftinum luttikið í “Respect Your Talent” átakinum hjá EHF í Wien.

Pauli var ein av teimum, sum vóru kosnir dagsins leikarar í U18 EM-endaspælinum í summar, og fekk hann hervið innbjóðing at luttaka í átakinum og at vera ambassadørur fyri Respect Your Talent.

EHF vil við átakinum stimbra yrkis- og leiðaraleiklutinum í hondbólti og somuleiðis vísa á yrkismøguleikar eftir at leikarayrkisleiðin er av.

Á skránni hetta vikuskiftið vóru m.a. hesi evni, tvíbýtta yrkisleiðin, anti-doping, samskiftisvenjing, sosialir miðlar og ítróttarlóggáva. Evnini vóru viðgjørd saman við fleiri kendum hondbóltsnøvnum, m.a. Hans Lindberg, Viran Morros og Lubomir Vranjes.

Málverjadagar í heystfríðtíðini

16. september 2026

Vilt tú mennast sum hondbóltsmálverji? Kom til málverjadagar í Høllini á Hálsi í heystfrítíðini.

Kyndil og VÍF úti úr European Cup

14. september 2026

Bæði Kyndil og VÍF hava hetta vikuskiftið roynt seg í European Cup, ávikavist í Eysturríki og Kroatia. Talan er um 1. umfar í European Cup, sum er triðsterkasta evropeiska kappingin.

European Cup viku hjá monnum

7. september 2026

Komandi vikuskiftið eru fýra European Cup dystir hjá monnum á skránni. Allir dystirnir vera á útivølli. VÍF spæla í Kroatia, meðan Kyndil spæla í Eysturríki.

Ein loysn frá Sendistovuni