Leingja við Kjølbro heilsølu

Kjølbro heilsøla heldur fram sum stuðul hjá Hondbóltssambandi Føroya. Partarnir hava longt verandi sponsorsáttmála, og verður Kjølbro heilsøla verandi ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF.

Nýggi sáttmálin var undirskrivaður herfyri, tá Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var og vitjaði Kjølbro á Stangavegi í Klaksvík, har sáttmálin var undirskrivaður saman við  Árna Frederiksberg, stjóra í fyritøkuni.

– Ítróttur hevur veruliga sett Føroyar á heimskortið í seinastuni. Hetta m.a. við endaspølunum í kvinnu- og manshondbólti, sum veruliga hava vakt ans. Handan tílík úrslit liggur hart arbeiði og nærlagni, og hetta er nakað vit sum fyritøka kenna okkum aftur í og gjarna vilja stuðla, sigur Árni Frederiksberg.

– Andrass Thomsen viðmerkir til longda sáttmálan, at tað er hugaligt at fylgja stóru tilgongdini av børnum og framgongdini sum er í hondbóltinum í norðurøkinum. Alt byrjar við barnahondbóltinum. At hava sterkar stuðlar kring alt landið, at standa saman og at allar hondbóltsføroyar kenna seg eiga ein lut í okkara landsliðum hevur alstóran týdning skulu vit røkka okkara málum.

Avtalan er galdandi til 2028.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni