HSF og Silikal leingja samstarvið

Ein av stórstuðlunum á føroysku landsliðsblusuni, er Sp/f Silikal Føroyar, sum er dóttirfelag hjá Sp/f Kjølur. Fyritøkan, sum hevur heimstað í Klaksvík, er veitari av industrigólvum og liggur slitsterka silikalgólvið á í mongum av stóru virkjunum í ali- og fiskivinnuni kring landið.

Andrass Thomsen, stjóri í HSF, var herfyri í Klaksvík og vitjaði hjá Silikal, har sáttmálin varð undirskrivaður saman við Hans Arna Thomsen, stjóra. Andrass viðmerkir stutt til sáttmálan, “at hetta verður triðja tíðarskeiðið saman við Silikal og saman við trúgvu stuðlum okkara, kann góða landsliðarbeiðið halda fram”. Hans Arni Thomsen, stjóri í Silikal Føroyar, viðmerkir til sáttmálan, ”at tað er sera hugaligt at síggja hvussu útbreidd eyðkenda føroyska hondbóltsblusunan er í ítróttalandslagnum í Føroyum. Fert tú inn í eina høll, sært tú sannlíkt ein landsliðsblusu. Hetta vísir hvussu stóran uppbakning landsliðini hava millum fólk.”

Sáttmálin er galdandi til 2028.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni