U15-menn: Góður vinardystur

Hóast tap, so spældu føroysku U15-dreingirnir ein fínan vinardyst móti Íslandi í Klaksvík í dag. Talan gjørdist um ein, fyri tað mesta, vælleiktan og ferðmiklan dyst, sum endaði 30-28 til Ísland, eftir at íslendingar vóru á odda 15-11 í hálvleikinum.

Tað vóru íslendingar, sum komu betri frá byrjan, og løgdu teir seg nøkur mál fram um. Føroyska spælið var tóktist heldur nervað hesar fyrstu landsliðsminuttirnar hjá dreingjunum. Okkara spældu seg tó so líðandi upp og minkaðu um munin til 11-15 til hálvleiks.

Føroyar byrjaðu sum eitt óløgi í seinna hálvleiki og javnaðu til 15-15 eftir bert 4 minuttur. Verjan stóð betri og meira ferð var nú í álopsspælinum, har tað serliga var spælskiparin Baldur Bartalsson, sum var ein støðug hóttan. Hann gjørdist eisini føroyskur toppskjútti við 6 málum. Eisini stóð føroysku vengurnir seg væl og gjørdu nógv mál. Føroyska liðið skifti eisini nógv út og fingu allir roynt seg og bjóðaðu allir væl inn. Ísland vann seg tó fram um aftur, 27-21, áðrenn okkara aftur minkaðu til endaliga úrslitið, 30-28, til Ísland.

Liðini møtast aftur í morgin kl. 15.00 í Høllni á Eiði.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Baldur Bartalsson 6
Teitur Rógvason 5
Róin Tjørná 3
Áki Krossteig Poulsen 3
Tróndur Levison Nybo 3
Dánjal Peturson Djurhuus 2
Kristian Róksson 2
Heðin Mukwata Niclasen 2
Nikolas Nónklett 1
Jacob Slættalíð 1

U18- Menn – Fingu oyrini í íslendsku maskinuna

19. juli 2026

Tað var tætt eina løtu, men tá íslendingar settu ferð á, var einki at gera. Ísland vann ein tryggjan 40-28 sigur.

U20: Endaðu við tapi fyri Eysturríki

19. juli 2026

Hóast Føroyar høvdu møguleikar í dag, vóru mistøkini ov mong til at gera nakað við Eysturríki.

B dómaraskeið

18. juli 2026

Hósdagin, 20. august 2026, verður B – dómaraskeið í Tórshavn. Skeiðið er frá kl. 17:00 til 21:00 (íroknað B – regultest).

Ein loysn frá Sendistovuni