Høgni og Andrias døma í Kosovo

Føroyar hava eisini altjóða dómarar, sum royna seg í summar. Brøðurnir Høgni Fríðuson Gaard og Andrias Fríðuson Gaard eru í hesum døgunum í Kosovo, har teir døma M20 EHF Championship.

Teir eru báðir lesandi í Danmark, har teir eisini døma. Championship kappingarnar hjá EHF verða vanliga nýttar til at seta nýggj altjóða pør við og eru skeið, testir og vegleiðing eisini partur av kappingini.

Høgni og Andrias dømdu Niðurlond og Kosovo í dag. Niðurlond vunnu dystin 29-20.

Høgni og Andrias nú EHF-dómarar

28. august 2026

Føroyar hevur nú aftur eitt altjóða dómarapar í hondbólti. Brøðurnir Andrias og Høgni Fríðuson Gaard eru nú góðkendir at døma dystir á hægsta altjóða stigi í Evropa.

Spæla um Lionsbikarið sunnudagin

27. august 2026

Sunnudagin verður ítróttarhøllin á Hálsi í Havn karmur um hondbóltsdystirnar um Lionsbikørini, ið samstundis eru fyrstu dystir í nýggja kappingarárinum. Ágóðin av stórsteypadystunum í hondbólti og fótbólti fer hesa ferð til áhugafelagið CP Føroyar.

Gabriel Apetrei settur í starv sum dómaramennari

25. august 2026

Hondbóltssambandið hevur sett Gabriel Apetrei í starv sum dómaramennara í HSF, og kemur hann at hava dagligu, yvirskipaðu ábyrgdina av dómaraøkinum í Føroyum saman við Dómaranevndini hjá HSF.

Ein loysn frá Sendistovuni