Árligu stórsteypadystirnir í hondbólti, har tey bestu farna kappingarár kappast um Lionsbikarið, vórðu spældir í Høllini á Hálsi í gjár. Talan gjørdist um tveir greiðar sigrar til ávikavist VÍF hjá kvinnum og H71 hjá monnum.
VÍF hava vunnið Lionsbikarið 2026 hjá kvinnum. VÍF vann ein greiðan 34-20 sigur móti unga kyndilsliðnum. Hálvleiksstøðan var 14-11 til VÍF. Dysturin gekk javnt á í fyrra hálvleiki, men sýndu VÍF í seinna hálvleiki, at tær høvdu fleiri streingir at spæla uppá.
H71 sýndu bæði breidd og styrki og settu seg á dystin frá byrjan og vunnu Lionsbikarið 2026 hjá monnum. H71 vunnu 37-29 móti Kyndli, eftir hálvleiksstøðuna 18-8 til H71.

Kyndil – VÍF 20-34 (11-14)
Málskjúttar:
Kyndil – Bára K. Hansen 7, Tóra Lützen 4, Emily Andresen 3, Herdis Højgaard Petersen 3, Karinbeth Leonsdóttir Kjærbæk 1, Katrin Hansen 1, Marjun Jansdóttir 1
VÍF – Rakul Borgarlíð Joensen 11, Simone Kristiansen 7, Amilia Agnarsdóttir 4, Halla Haldansen 3, Liljan Müller 2, Ingibjørg Olsen 2, Sára Sundstein Lagos 2, Agnas Funn 1, Durita Christophersen Jojic 1, Gunnvá Bárðardóttir Nielsen 1
Kyndil – H71 29-37 (8-18)
Málskjúttar:
Kyndil – Tobias Thisen 6, Teitur Poulsen Hellisdal 6, Gabriel Nolsø Petersen 6, Brandur Debes Dánialsson 3, William Summers Nolsøe 2, Teitur Bogason 2, Simon Højmark Petersen 2, Nils Brimnes 1, Erling Erlendsson 1
H71 – Boas Ellefsen á Skipagøtu 9, Niklas H. Hanusarson 7, Helgi Hildarson Hoydal 6, Høgni Heinason 3, Brian Slyne 3, Jónas Fossabrúgv 3, Hugin Halgirsson 2, Jónas Gunnarsson Djurhuus 2, Suni Dalsgaard 1, Hanus Gunnarsson 1




