Eftir at H71- og Neistakvinnur ruku farna vikuskiftið, heldur føroyska luttøkan í European Cup fram komandi vikuskiftið við monnunum hjá H71, sum fáa vitjan av pólsku Repud KPR Ostrovia.
Bæði H71- og neistakvinnur taptu greitt farna vikuskiftið, fyri ávikavist HC Galychanka úr Ukraina og LK Zug úr Sveis. H71 taptu samanlagt 69-46 og Neistin 74-45 yvir teir tveir dystirnar.
Nú skulu H71-menn royna seg á heimavølli í Hoyvík móti pólsku Repud KPR Ostrovia. Dystirnir vera leygar- og sunnudagin í Hoyvíkshøllini, báðar dagarnar kl. 17.00. H71 hevur upphiting til dystirnar, báðar dagarnar frá kl. 15.30.


Mynd: H71
