HM-kapping fyri U20 í Føroyum

U20-landsliðið hjá kvinnum fær í næstu viku vitjan av Turkalandi og Slovenia. Talan er um HM-undankapping.

Síðst, tá HSF skipaði fyri líknandi kapping, var tá gylta U21-landsliðið við monnum spældi seg víðari til HM-endaspælið. HM-undankappingin hjá U20-kvinnum er skipað á sama hátt, at tann, ið vinnur bólkin, vinnur sær beinleiðs pláss í HM-endaspælinum, sum verður í Ungarn í juni.

Á U20-landsliðnum eru fleiri lyklaleikarar í bestu føroysku deildini, millum annað Súna K. Hansen og Marianna G. Eystberg úr Kyndli, Tóra Eliasen úr Stjørnuni og Maria H. Weyhe úr H71. Somuleiðis er Siw Matras við, sum spælir í næstbestu donsku deildini.

Um U20-kvinnurnar hava møguleika at fáa eitt eins gott úrslit sum U21-menninir í fjør, er ilt at siga, men spælararnir eru væl fyri,  heldur Hallur Danielsen frá HSF.

– Vit hava eitt gott U20-landslið við kvinnum. Tær hava fyrireikað seg væl, og er eydnan við okkum, kunnu vit vænta tveir javnar og spennandi dystir, sigur Hallur Danielsen.

Tær, ið eru úttiknar til U20-landsliðið eru:

Málverjar
Vár Højgaard Thomsen, H71
Annika Fríðheim Petersen, H71
Margit Weihe Fríðmundsdóttir, Neistin

Útileikarar
Sonja Lava Sirdal, Stjørnan
Tóra Eliasen, Stjørnan
Jansy Højbro Jacobsen, Stjørnan
Anna á Steig, H71
Maria Hallsdóttir Weyhe, H71
Durita Toftum Joensen, H71
Drós Ragnarsdóttir, Neistin
Fríða á Dunga, Neistin
Súna Krossteig Hansen, Kyndil
Marianna Geirsdóttir Eystberg, Kyndil
Beinta Bárðardóttir, Kyndil
Magna Tórðardóttir, Team Stenhus
Siw Matras Larsen, TMS Ringsted

Høvuðsvenjari er Per Klarup og hjálparvenjari er Christoffur Gert Nielsen.

Dystarskrá, Hoyvíkshøllin:
Fríggjadag 23. mars, kl. 19.00, Føroyar – Slovenia
Leygardag 24. mars, kl. 19.00, Slovenia – Turkaland
Sunnudag 25. mars, kl. 19.00, Turkaland – Føroyar

 

 

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Seinasti møguleiki!

10. august 2026

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Ein loysn frá Sendistovuni