Vónirnar eru góðar

Tað kann gerast ein spennandi og javnur landsdystur millum Føroyar og Makedonia í annaðkvøld.

Tað halda Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, og Vivian Petersen, málverji hjá A-landsliðnum, sum vóru gestir í Fríkasti í dag.

Føroyar hava eina ferð áður spælt móti Makedonia. Tá vann Makedonia 21-19. Hóast makedonsku leikararnir liva av hondbóltinum og bæði eru størri og sterkari enn føroysku leikararnir, so er tað júst móti Makedonia, at Føroyar kunnu  geva sær vón um møgulig stig. Hini liðini í bólkinum er Svøríki og Serbia, sum endaðu nummar tvey og níggju til HM-endaspælið fyrr í ár.

Hygg eftir Fríkasti her. 

Fyrri dysturin millum londini er í annaðkvøld, mikukvøldið, klokkan 19.00 í Høllini á Hálsi.

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni