FM-finalistarnir funnir

Tað verður VÍF og Kyndil hjá kvinnum og Neistin og H71 hjá monnum, sum hittast í finalunum um føroyameistaraheitið. 

Tað gjørdist greitt um páskirnar, tá vágskvinnur og Kyndilsmenn snávaðu og harvið mistu stigini, ið skuldu til, fyri at hava nakran møguleika at røkka einum finaluplássi.

Hjá kvinnum er VÍF á fyrsta plássi við 38 stigum og hevur tríggjar dystir eftir at spæla, meðan Kyndil hevur 34 stig og tveir dystir eftir.

Hjá monnum er størri spenningur um fyrsta plássið, tí Neistin og H71 hava hvør síni 33 stig og tveir dystir eftir. Um javnt verður í stigum, verður avgjørt eftir innanhýsis úrslitunum millum liðini í landskappingini. Har hevur H71 fyrimunin. Tveir teir fyrstu dystirnir endaðu við javnleiki, í triðja dysti vann H71 32-25 og í fjórða vann Neistin 24-23.

Tann, sum verður nummar eitt í landskappingini avgerð hvør fær fyrsta heimadystin.

Fyrstu finalurnar eru mikudagin 18. apríl ella hósdagin 19. apríl, seinnu leygardagin 21. apríl og møguligu triðju finalurnar eru sunnudagin 22. apríl.

 

 

Gallaveitslan 2024

17. mai 2024

Komandi leygardag, 18. mai, verður hondbóltsgallaveitslan 2024. Tiltakið í ár verður í Salt á Drelnesi í Suðuroy, har VB skipar fyri. Byrjað verður kl. 18.30.

Lutakastið til European Open 2024

15. mai 2024

Lutakast til European Open hevur verið í morgun, har føroysku U16-kvinnurar luttaka í døgunum 1. til 5. juli í Gøteborg.

Dagsatgongumerki til EM

14. mai 2024

Nú fáast dagsatgongumerki til keyps til bólkaspælið í EM-endaspælinum hjá kvinnum, har Føroyar kemur at spæla í Basel.