Manslandsliðið á venjingarlegu

Manslandsliðið er í hesum døgum á venjingarlegu á Sandoynni. Legan er liður í fyrireikingunum til HM-undankapping, sum verður í Italia í januar.

Hópurin hittist á Hotel Skálavík í gjárkvøldið og í morgun byrjaðu venjingarnar. Legan heldur fram til leygardagin 28. oktober og endar við venjingardysti í høllini í Hoyvík móti útvaldum spælarum.

Landsliðsvenjararnir, Sonni Larsen og Jeppe Borch, hava úttikið hesar leikarar til venjingarleguna

Málverjar:

Niklas Simonsen, Skjern

Ári Dam, H71

Tórður Guttesen, Kyndil

Jan Pauli Toft Johannesen, Kyndil

 

Útileikarar:

Hans Eli Sigurbjørnsson, KÍF

Rúni Joensen, KÍF

Høgni Klein, Kyndil

Rógvi Dal Christiansen, Kyndil

Rókur Akralíð, Kyndil

Hilmar Leon Jakobsen, H71

Sigmundur Nolsøe, H71

Rói Berg Hansen, FIF

Kjartan Johansen, Fyllingen

Jónas Djurhuus, HØJ

Peter Krogh, Skive

Helgi Hoydal, Odder

Nicklas Selvig, TMS Ringsted

Fríði Weyhe, FFI

Áki Egilsnes, KA

Julian Olsen, VÍF

Sjúrður Olsen, VÍF

Sámal á Tjaldrafløtti, Team Klaksvík

Pætur Mikkjalsson, Neistin

Tróndur Kragesteen, Neistin

Allan Norðberg, STÍF

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni