Skrivað: Ári Rouch

Gott útgangsstøði

14. mai 2026

Føroyar standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna røkk-støkk dystin um at koma til HM. Føroyar spældu ein taktiskan dyst móti Bosnia-Hersigovina, stýrdu leikferðini og vunnu dystin í verjuni. Pauli Jacobsen stóð ein rimmar dyst í málinum við 18 bjargingum og Føroyar vunnu 24-22, eftir 12-10 til okkara í hálvleikinum.

Kyndil føroyameistarar 2026

6. mai 2026

Kvinnurnar hjá Kyndli tryggjaðu sær í kvøld SMS FM-heitið 2026, hetta eftir fjórðu finaluna móti VÍF. Hetta er 10. FM-heitið hjá kyndlakvinnum.

Aðalfundur 2026

27. apríl 2026

Hondbóltssamband Føroya boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður leygardagin 6. juni 2026 kl. 11:00 á loftinum í KÍ-Høllini í Klaksvík.

Búsetur og HSF halda fram saman

27. apríl 2026

Hondbóltssambandið og byggivirkið Búsetur, hava skrivað undir og longt samstarvsavtaluna, har fyritøkan verður verandi ein av sjónligu stórstuðlunum hjá HSF fram til 2028.

H71 føroyameistarar 2026

25. apríl 2026

Mansliðið hjá H71 tryggjaði sær í kvøld Burn FM-heitið 2026, hetta eftir triðju finaluna móti Kyndli. Hetta er fjórða FM-heitið hjá H71 seinastu fimm árini. H71 vunnu grundspælið og nú tríggjar av trimum finalum.

U20-kvinnur til HM í Kina

20. apríl 2026

Hóast føroyska U20-kvinnulandsliðið ikki vann seg til HM-endaspælið upprunaliga, so hava Føroyar nú fingið eitt sonevnt wild card frá IHF.

Ein loysn frá Sendistovuni