U16-kvinnur: Taptu fyri sterkum niðurlendingum

Føroysku U16-kvinnurnar fingu seg royndar móti einum sterkum niðurlendskum liðið í fyrsta dystinum í European Open. Niðurlendingar vunnu 17-14, eftir at tær vóru á odda 8-5 í hálvlekinum.

Hóast Føroyar byrjaðu væl og komu fram um 4-1, so bleiv talan um ein tungan fyrra hálvleik móti einum stórum og sterkum niðurlendskum liðið, sum vardi væl. Føroyar fingu bert eitt mál afturat í nærum eitt korter. Føroyska liðið gjørdi heldur nógvar tekniskar villur og brendu tá málmøguleikarnir komu. Hálvleiksstøðan var tískil 8-5 til Niðurlond. Tað gekk heldur betri at fáa mál í seinna hálvleiki. Andrea Heinadóttir kom inn á høgra vong, og skoraði hon uppá allar sínar fýra kjansir. Munurin var eitt skifti 17-10, men minkaðu okkara um munin seinasta løtuna til 17-13.

Næsti dystur hjá Føroyum verður kl. 16.00 í dag, føroyska tíð, móti Serbia, sum vann 24-7 móti Georgia fyrr í dag.

Dystargongdin Niðurlond – Føroyar:
5 min. 1-3
10 min. 5-4
15 min. 6-4
20 min. 8-5
25 min. 10-6
30 min. 13-8
35 min. 16-10
40 min. 17-13

Málskjúttar hjá Føroyum:
Sigrið Hansdóttir 4 (1)
Andrea Heinadóttir 4
Fía Nolsøe 1
Hanna Thomsen 1
Sunfríða Zachariasen 1
Hervør Hansen 1
Olivia Kristiansen 1

Væleydnað venjararáðstevna

24. august 2026

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Komandi venjaraskeið

19. august 2026

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Venjararáðstevnan

13. august 2026

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Ein loysn frá Sendistovuni