Skrivað: Ári Rouch

Skráin fyri hondbóltsskúlan

1. august 2019

Her sæst skráin fyri hondbóltsskúlan hjá HSF, sum verður í hallunum í Havn, Argjum og Hoyvík mánadagin 5. august og týsdagin 6. august. Tak skránna og leikarayvirlitið niður her.

Hildarting verður leygardagin

1. august 2019

Komandi leygardag verður aftur Hildarting í Hoyvíkshøllini. Hetta er árligi test-dagurin hjá HSF, har feløgini í bestu kvinnu- og mansdeildini hava møguleikan at hittast og royna formin. Tað er kropsligi venjarin hjá HSF, Heri Ziska, sum stendur fyri degnum og royndunum. Heri greiðir soleiðis frá tilgongdini.

Á vitjan í Tinganesi

10. juli 2019

U17-landsliðið hevur verið á vitjan í Tinganesi í dag, har landstýriskvinna, Kristina Háfoss, heilsaði liðnum, bar fram eina røðu og heiðraði bragdinum í Gøteborg, har liðið vann European Open. Eftir hetta var ein hugnalig løta við einum ábiti saman.

European Open søguliga

5. juli 2019

Í kvøld kl. 19.30 skulu føroysku U17-menninir spæla finalu í European Open í Gøteborg. Kappingin hevur koyrt síðani 2005, men hevur Føroyar luttikið síðani 2013. Kappingin er annaðhvørt ár fyri kvinnu- og manslið.

U17-menn: Garrvilt! Vit eru í finaluni!

4. juli 2019

Føroysku U17-menninir hava ramt eitt stórt bragd. Teir eru í finaluni í European Open, eftir 22-20 sigur á Ungarn. Av 24 londum eru vit nú millum tvey tey bestu og skulu spæla finalu móti Svøríki.

Ein loysn frá Sendistovuni