Komandi leygardag verður aftur Hildarting í Hoyvíkshøllini. Hetta er árligi test-dagurin hjá HSF, har feløgini í bestu kvinnu- og mansdeildini hava møguleikan at hittast og royna formin. Tað er kropsligi venjarin hjá HSF, Heri Ziska, sum stendur fyri degnum og royndunum. Heri greiðir soleiðis frá tilgongdini.
Innan nærum allar ítróttargreinar eru kropsligir førleikar ein fortreyt fyri at præstera væl, men sum oftast er trupult at síggja hvørt tað, sum heldur spælaranum aftur í mun til víðari menning er mangul uppá tekniskar ella taktiskar førleikar, ella tað er mangul uppá kropsligar førleikar. At seta tal á tekniskar ella taktiskar førleikar er trupult, men tá tað kemur til kropsligur førleikarnar kann hetta lata seg gera. Til hetta verða testir nýttar, og av tí at krøvini innan hondbólt eru so kompleks, so er relevant at testa ymsar parametrar.
Fyri venjaran er gott at kenna status m.a. í mun til max-styrki, kvikleika-styrki, kvikleika, acceleratión, topferð og úthaldni. Har er ein samanhangur millum hesar førleikar, til dømis vil ein øking í max-styrki gera tað lættari at accelerera skjótt fyrstu metrarnar. Eisini vil meir styrki í beinunum gera tað lættari at leypa hægri. Hinvegin er ikki so at eitt hægri lop merkir at spælarin er vorðin sterkari. Við at testa ymsu parametrini fyri seg, sær venjarin hvar einstaki spælarin er sterkur ella veikur. Við slíkari vitan er munandi lættari at tillaga venjingina, soleiðis at veikleikar minka samstundis sum at hildi verður fast í styrkjunum. Virði av testum er sostatt at venjarin kann síggja hvussu leikarin mennist í mun til krøvini, sum ítróttin setur. Fyri at halda eyga við hesi menning eiga testirnar at verða endurtiknar somu tíð og undir somu umstøðum ár um ár.
Orsøkin til at Hildarting liggur fyrst í august er fyri at kanna hvat basis støði er. Hetta verður best gjørt beint eftir at offseason venjingin, har primera fokus er styrki, er av, men áðrenn hondbóltsvenjingin er ordiliga komin í gongd.
Testir
Á hildarting vera fýra ymiskar testir nýttar til at testa fimm ymsar førleikar. Hesir førleikar eru: reaktiv kvikleikastyrki, kvileiki (Agility), acceleratión, toppferð og úthaldni.
Fyrsta testin á Hildartingi hevur til endamáls at máta kvikleika-styrki í beinunum. Hetta verður gjørt við sokallaða “Counter Movement Jump”, sum er eitt lop, har spælarin ikki sleppur at brúka armarnar at hjálpa sær við. Soleiðis vil tað bara vera reaktiv kraft-útvikling í beinunum, sum gevur hæddina.
Onnur testin er DHF-agility. Hetta er test, har spælarin skal renna eitt ávíst mynsur skjótast gjørligt. Henda test vísur hvussu væl spælarin megnar at steðga, skifta rætning og accelerera seks ferð upp í slag.
So verður acceleratión og topferð máta. Hetta verður á beinari geil, har spælarar renna 30 m. Tíð verður so tikin eftir 5, 10, 20 og 30 m. Harvið sæst acceleratiónin fyrstu 5 metrarnar, sum er avgerandi í mun til at náða framum mótleikaran. Eisini sæst hvør toppferðin er. Toppferð náða flestu spælarar millum 20 og 30 m. Nær spælarin toppferðina áðrenn 20 m, so er tað ein indikatión uppá at toppferðin er ein begreinsandi faktorur.
At enda verður úthaldni máta. Av tí at hondbóltur er spæl við nógvum spurtum við so mikið stuttari pausu at spælarin ikki nær at koma heilt fyri seg, er mest relevnta testin yoyo testin. Her skal spælarin spurta 20 m aftur og fram við 10 sek pausu millum hvønn spurtin. Tíðin til spurtin minkar so við og við.
Úrslit
Venjarar í ávikavist Okkara og SMS fáa avrit av øllum úrslitunum, soleiðis at teir kunna nýta hesi til víðari planlegging. Top 10 í hvørji test, umframt størstu framgongd í mun til test Hildartingi í fjør, verður eisini almannakunngjørt.
Skráðin fyri dagin er
- 10:00 Kunning
- 10:10 Upphiting byrjar. Hvør spælari hitar sjálvur upp
- 10:30 CMJ og DHF-agility royndir byrja
- 12:00 Sprint royndir byrjar
- 12:30 Yoyo royndir byrja