Vodka ella kaffi? Soleiðis byrjaði morgunin hjá onkrum okkara í Kiev.


Vodka ella kaffi? Soleiðis byrjaði morgunin hjá onkrum okkara í Kiev.

Klaksvíkingar fingu uppreistur frá grundspælinum, tá teir í dag vunnu niðara bólkin í Okkara-deildini.


FM-finaluliðini hjá monnum kappingarárið 2018/19 eita H71 og Neistin.

Spenningurin er í hæddini í FM-finalustríðnum.

Hol varð í gjárkvøldið sett á niðaru kappingina hjá monnum, og líkt er til, at tað kunnu gerast nakrir spennandi dystir millum KÍF, Team Klaksvík og StÍF.

Í kvøld verða fyrstu hálvfinalurnar í Okkara-deildini, tá VÍF fær vitjan av H71. Hóskvøldið hittast Kyndil og Neistin í hinari hálvfinaluni. Aðru hálvfinalurnar eru sunnudagin.