Føroyar eru í bólki við Kekkia, Russland og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.


Føroyar eru í bólki við Kekkia, Russland og Ukraina til EM-undankappingina hjá monnum, sum byrjar í heyst.

Kappingarárið 2019-20 fekk ein bráðan enda tíðliga í mars mánaði orsakað av korona-sóttini. Í hesum sambandi og ásannandi at hondbólturin í størri mun er við at gerast ein heilársítrótt, fer HSF at skipa fyri summarkappingum fyri kvinnur og menn. Kvinnukappingin kallast SMS-summarkappingin og manskappingin Okkara-summarkappingin.

Leygardagin var árligi aðalfundurin hjá Hondbóltssambandinum. Fundurin var hildin í skúlanum á Strondum. Tveir sessir í starvnevndini vóru fyri vali, umframt báðir varalimirnir.

Um tvær vikur, týsdagin 16. juni kl. 16.00, verður lutakastið til komandi EM-undankappingina hjá monnum.

Í vikuskiftinum var felagsvenjing fyri kvinnulandsliðini hjá HSF. Talan er um A-landsliðið, U18 og U16, sum vóru savnaði í Høllini á Hálsi.

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup.

Mowi verður framhaldandi stórstuðul hjá HSF í 2020. Gunn Ellefsen, forkvinna í HSF, og Hans Jákup Mikkelsen, stjóri í Mowi, hittust í dag fyri at undirskrivað sáttmála fyri 2020.

HSF og venjarin hjá kvinnulandsliðnum, Ágúst Jóhannsson, eru komin ásamt um at enda samstarvið. Korona-støðan hevur gjørt tað trupult hjá venjaranum at vera um landsliðið nú fyrireikingarnar til komandi HM-undankappingina skulu byrja í summar. Saman við Ágústi fer Sophus Dal Christiansen, hjálparvenjari, eisini úr starvi.

Hondbóltssambandið boðar við hesum frá, at árligi aðalfundurin verður leygardagin 6. juni klokkan 13.00 í skúlanum á Strondum. Víst verður til viðtøkurnar: https://hsf.fo/hsf/vidtokur/

Dugnaligi Skanderborg- og U18-landsliðsmálverjin hjá Føroyum, Pauli Jacobsen, hevur gjørt frálíka málverjavenjingar til íblásturs at gera heima ella í høll. Fylg viðheftu vegleiðingini, meðan tú hyggur eftir videobrotinum.