Faroe Islands Handball Cup í Vági

Í august í ár verður á fyrsta sinni skipað fyri stórari hondbóltskappingin í Vági undir heitinum Faroe Islands Handball Cup. Faroe Islands Handball Cup er kapping fyri bæði føroysk og útlendsk hondbóltslið, men verður í 2020 bert fyri føroysk lið. Talan er um hondbóltskapping fyri aldursbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir – og harumframt verður eisini skipað fyri kapping fyri vaksin, fyri kvinnur og menn.

Fyri børn og ung bjóðar Faroe Islands Handball Cup tríggjar dagar við hondbóltsspæli, har spælt verður í Marghøllini í Vági og í Vágs Høll í døgunum 3. til 5. august 2020. Tey vaksnu spæla í døgunum 14. og 15. august 2020.

Men Faroe Islands Handball Cup er nógv meiri enn bara hondbóltur.

Faroe Islands Handball Cup eisini upplivingar fyri lívið í framúr góðu umstøðunum í Vági, bæði í hallum, í nærumhvørvinu, á fjørðinum og úti í náttúruni annars. Kvøldini verða merkt av hugna og samveru, har tey ungu njóta løturnar saman í Vági.

Umframt hondbólt bjóðar Faroe Islands Handball Cup svimjing í Páls Høll, klatring á klatrivegginum í Marghøllini, Leikaland í Marghøllini, diskotek í VB-húsinum, sigling og spæl á fjørðinum, túrar burtur í haga og mangt mangt annað. Og fyri tey foreldur og vaksin er Faroe Islands Handball Cup eisini ein framúr stevna við tilboðum á matstøðum og kafeum, í handlum og ikki minst innan ferðavinnuna.

Fyri tey vaksnu verður talan um eina innleiðandi kapping til hondbóltskappingarárið, har kvinnur og menn sleppa at spæla fleiri dystir yvir tveir dagar. Eisini hjá teimum vaksnu eru hugni og samvera ein partur av kjarnuni í Faroe Islands Handball Cup, sum endar við felags veitslu leygarkvøldið 15. august.

Gestablídni í Vági er tiltikið og er tað okkara mál at Faroe Islands Handball Cup gerst eitt upplivilsi fyri lívið hjá luttakarunum, bæði leikarum, venjarum og liðleiðarum og fjepparum.

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup fer fram á heimasíðuni www.handballcup.fo og fyrstu liðini eru longu tilmeldaði. Í næstu framtíð verður eisini meiri kunning á heimasíðuni um prísir fyri luttøku, gisting og mat.

Meiri fæst at vita við at venda sær til Boga Mortensen, formann í VB.

Høvdu møguleikarnar

14. juni 2025

Føroysku U19-kvinnurnar taptu tepurt, 26-25, í fyrra venjingardystinum móti Íslandi í Vestmanna í dag. Hálvleiksstøðan var 12-12. Føroysku kvinnurnar høvdu møguleikar í ríkiligt mát í seinna hálvleiki, men ov illa var brent.

Lærurík U17 EM-fyrireiking

14. juni 2025

Hóast greitt tap, so sýntust U17-kvinnurnar at fáa nógv burturúr fyrra venjingardystinum móti Íslandi í Vestmanna í dag. Ísland vann dystin 32-26, eftir 19-11 til Íslands í hálvleikinum.

Føroyar við í Golden League

12. juni 2025

Føroysku fyrireikingarnar til komandi EM-endaspælið í Oslo byrja av álvara um mánaðarskiftið oktober/november, tá manslandsliðið skal luttaka í Golden League Gjensidige Cup í Tróndheimi í Noreg.

Ein loysn frá Sendistovuni