Seinasti møguleiki!

Sunnudagin, 16. august 2026, er seinasti møguleiki at ogna sær føroysku atgongumerkini til HM-endaspælið í Týsklandi. Eftir freistina verða atgongumerkini leysgivin í almennari sølu, har øll kunna ogna sær atgongumerki.

Sølan fer fram umvegis hesa leinkjuna: https://tinyurl.com/IHF2027-M-Faroe-Islands.

Fyri at fáa atgongd til søluna skal hendan kotan brúkast: IHF2027MFROH2X9K6R4.

Innleiðandi umfar í Magdeburg
Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í innleiðandi umfarinum. Atgongumerkini eru staðsett í eystara endanum av høllini og eru í kategori 2, 3, 4, 5 og 6. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251205_IHF2027-M_Price_Overview_Magdeburg.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_GETEC-Arena_Magdeburg_Englisch.pdf

Millumumfar í Hannover
Atgongumerkini verða seld sum pakkar, ið geva atgongd til allar tríggjar dystirnar í millumumfarinum. Atgongumerkini eru í bólkunum U14 og U15 og eru í kategori 1 og 2. Prísir og staðseting síggjast her:

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Seat_Maps/Seat-Map_ZAG-arena_Hannover_Englisch.pdf

https://www.eventim.de/campaign/fileadmin/fm_de/ISP/IHF2027-M/Prices/251216_IHF2027-M_Price_Overview_Hanover.pdf

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni