Venjararáðstevnan

Leygardagin 22. august verður venjararáðstevnan við gestaundirvísaranum, Jordi Ribera. Ráðstevnan er fyri venjarar í føroysku feløgunum og verður Við Tjarnir.

Enn er møguleiki at tekna seg. Kostnaðurin fyri hvønn luttakara er 295 kr., og tað fevnir eisini um eina máltíð og kaffi o.a. ígjøgnum dagin. Melda til her: Venjararáðstevna 22. august 2026

Ráðstevnan og framløgurnar venda sær serliga til venjarar hjá teimum elstu ungdómsliðunum, BURN- og SMS-liðum, men eru øll vælkomin at tekna seg.

KlokkanEvni
10:00 – 10:15Vælkomin og framløga av Jordi Ribera
10:15 – 11:15Einstaklingaverja – teknikkur og taktikkur (framløga)
11:15 – 11:30Kaffisteðgur
11:30 – 13:00Einstaklingaverja – teknikkur og taktikkur og verjuspæl (venjing)
13:00 – 13:30Døgurðasteðgur
13:30 – 14:30Liðverjuspæl og verjuskipanir (framløga)
14:30 – 14:45Kaffisteðgur
14:45 – 16:15Venjing í kollektivum verjutaktikki fyri at betra um verjuskipanirnar (venjing)
16:15 – 16:30Samanumtøka og niðurstøða

Jordi Ribera hevur í nógv ár verið spanskur landsliðsvenjari, er fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum.

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært aljtjóða RINCK sáttmálanum. Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni