Komandi venjaraskeið

Í heyst skipar HSF aftur fyri stig 1 í venjaraútbúgvingini. Byrjað verður við stig 1.1 tann 7. oktober 2026, meðan stig 1.2 byrjar í januar. Skeiðið er skipað við online tilfari og trimum samlingum.

Tíðarætlan
Online
Evni: Venjaraleikluturin og venjingarumhvørvið

7. oktober 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skapa vit eitt gott umhvørvi

11. november 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Hvussu skipa vit eina góða barnavenjing

30. november 2026, kl. 17:00 – 21:00
Evni: Luttakarar hava ábyrgdina av venjing

Ongin próvtøka er á skeiðinum, men krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv.

Í mesta lagi 35 luttakarar kunna luttaka á skeiðinum.

Aldursmark: 16 ár
Kostnaður: 495,00 kr.
Tilmeldingarfreist: 20. september 2026, ella tá skeiðið er fullteknað.

Tilmelding fer fram á: Venjaraskeið – Stig 1.1

Les meira um venjaraútbúgvingina hjá Hondbóltssamband Føroya her.

Eru spurningar ella ivamál vinarliga kontakta Mark Lausen-Marcher á 231981 ella við teldupost mark@hsf.fo.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni