Væleydnað venjararáðstevna

Leygardagin skipaði HSF fyri forkunnugari venjararáðstevnan við navnframa hondbólsvenjaranum Jordi Ribera, sum gestaundirvísara. Ráðstevnan var fyri venjarar í føroysku feløgunum.

Evni á ársins venjararáðstevnu var verjuspæl, bæði einstaklinga- og liðverjuspæl, verjuskipanir, teknikkur og taktikkur. Jordi Ribera er serliga kendur fyri sítt dugnasemi við verjuskipanum, og er hetta nakað, sum hevur eyðkent sponsku landsliðini tey seinastu árini, har hann hevur havt sína ávirkan. Jordi Ribera hevur í nógv ár verið spanskur landsliðsvenjari, er fyrrverandi venjari hjá Brasil og fleiri sponskum feløgum.

Miðið við venjararáðstevnuni er, at hon framyvir verður hildin eina ferð um árið, tá luttøka er eitt krav í sambandi við endurnýggingstímar fyri Level 3- og Master Coach-útbúgvingarnar, hetta sambært aljtjóða RINCK sáttmálanum. Harumframt er endamálið eisini at geva venjarum íblástur, áðrenn kappingarárið byrjar.

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni