Talan gjørdist um ein heldur tungan dyst móti Kekkia í Brno í dag, har okkara høvdu tað trupult í álopinum og trupult við at skora hjá stinna kekkiska málverjanum.
Tíðindi

Kekkia – Føroyar kl. 19.15
Í kvøld møtir føroyska A-landsliðið hjá monnum Kekkia á útivølli í Brno. Dysturin kann stroymast á heimasíðuni kvf.fo og FM1 hevur eisini beinleiðis studiofrásøgn frá dystinum.

25-21 tap fyri Ukraina
Føroyska manslandsliðið var leingi við í dystinum móti Ukraina, sum endaði 25-21 til Ukraina, eftir 15-13 í hálvleikinum.

Fylgið við á KVF ella FM1
Í kvøld hevur A-landsliðið havt seinastu fyrireikingarnar til landsdystin móti Ukraina í Kiev í morgin. Allir mans eru klárir og lagið sum altíð gott í hópinum. Síggj dystin móti Ukraina í KVF, sent verður frá kl. 15.20 ella lurta á FM1 frá kl. 15.00.

Avmarkað áskoðaratal til landsdystin
Komandi sunnudag, kl. 18.00, spæla Føroyar og Ukraina í Høllini á Hálsi. Eitt avmarkað tal av áskoðarum sleppa í høllina at síggja dystin.

Tróndur avloysir Brand
Í morgin fer A-landsliðið hjá monnum av landinum til dystirnar móti Ukraina og Kekkia. Tíverri verður Brandur Halgirson ikki partur av ferðalagnum, tí hann er vorðin skaddur.

Nýggjur landsliðsvenjari hjá U04-kvinnum
Simon Olsen er settur sum høvuðsvenjari hjá U04 kvinnunum. Hann avloysir Mark Lausen-Marcher, ítróttarstjóra hjá HSF, sum var fyribilsvenjari.

Kvinnulandsliðið úttikið
Landsliðsvenjararnir, Dragan Brljevic og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til HM-undankappingardystirnar 19. og 20. mars móti Hvítarusslandi og Sveis.

Tilmelding til Faroe Islands Handball Cup 2021
Faroe Islands Handball Cup 2021 verður í døgunum 2. til 4. august 2021. Eins og í fjør, so verður Faroe Islands Handball Cup fyri aldurbólkarnir frá U10 til og við U16 og fyri bæði gentur og dreingir.

A-landsliðið hjá monnum er úttikið
Venjararnir hjá A-landsliðnum hjá monnum, Sonni Larsen og Dia Midjord, hava úttikið 17 leikarar til dystirnar móti Ukraina og Kekkia, sum ætlandi verða 10., 12. og 14. mars.

