Føroyar 2 mál frá EM-plássi

Nú EM22-undankappingin er liðug, er greitt, at tað bert restaðu 2 mál í at Føroyar vann seg til EM. Hevði Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, sum Føroyar taptu 25-26, so hevði Føroyar vunnið seg til EM.

EHF hevur nú gjørt støðuna upp fyri teir 8 bólkarnar í EM22-undankappingini. Liðini, sum endaðu nr. 1 og 2 hava vunnið seg til endaspælið, umframt 4 teir bestu 3´ararnir. Ukraina er eitt av liðunum, sum kom víðari sum 3´ari. Ukraina fekk 5 stig, harav 4 vóru móti Føroyum og 1 móti Russlandi. Í uppgerðini telja stigini móti liðunum, sum endaðu nummar 4 ikki við, og kom Ukraina sostatt víðari uppá tað eina stigið, teir vunnu móti Russlandi. Hevði Føroyar vunnið heimadystin móti Ukraina, so hevði Føroyar komið víðari uppá tey tvey stigini, Føroyar vann móti Kekkia.

4 lið rykkja niður og skulu spæla undan-undankapping. Hesi vóru Belgia, Finnland, Turkaland og Lettland.

Endaliða støðan í bólkunum sæst her:
Standings (eurohandball.com)

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni