Góður javnleikur móti Eysturríki

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar.

Høg leikferð og nógv mál merktu fyrra hálvleik, tíverri tey fleiri til Eysturríki. Tað vóru tó Føroyar, sum vóru omaná fyrstu 15 minuttirnar, men tóku Eysturríki so líðandi yvir. Føroyska liðið taldi fleiri nýggj andlit og sást eisini, at leikararnir líka skuldu finna hvørja aðra. Føroyska liðið spældi gott og kvikt 7 móti 6 spæl, har serliga Jana Mittún og Maria Nólsoy vóru eyðsýndar. Skotnyttan var tó, sum heild, ikki so fullgóð, og var hetta munurin á liðunum í fyrra hálvleiki, har Eysturríki var omaná 18-15.

Føroyar byrjaðu væl í seinna hálvleiki. Okkara løgdu meira fyri í verjuni og hildu fram við góða 7 móti 6 álopsspælinum. Eisini hevði Rakul Wardum fleiri góðar bjargingar í føroyska málinum. Marginalarnir vóru tó ikki heilt við, og fingu okkara ikki heilt fatur. Nøkur brend skot og verjuvillur, og so vóru Eysturríki aftur frammanfyri, nú við 5 málum og tað restaðu 10 minuttir. Føroyar skiftu verjuskipan og fóru at verja 5-1 og órógvaði hetta eysturríkska álopið almikið. Í føroyska álopinum var Maria Pálsdóttir stórspælandi og ferð eftir ferð spældi hon hinar fríar, vann brotskøst ella skjeyt sjálv. Uppá 10 minuttir vendu Føroyar 30-25 til 33-33. Hóskandi var tað Maria sjálv, sum skjeyt seinasta brotskastið, sum tryggjaði Føroyum ein fínan javnleik.

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið halda fram og verður seinni venjingardysturin móti Eysturríki leygardagin kl. 17.00, føroyska tíð. Portal Play vísir dystin.

Málskjúttar:
Maria P. Nólsoy 8 (3)
Jana Mittún 7 (1)
Pernille Brandenborg 6 (2)
Rannvá Olsen 3
Christina Turiðardóttir Arge 3
Fríða Nolsøe Olsen 3 (3)
Brynhild Pálsdóttir 1
Marita Mortensen 1
Joan Rúnadóttir Johannsen 1

Dystargongdin Eysturríki – Føroyar:
5 min: 5-4
10 min: 5-5
15 min: 7-8
20 min: 11-11
25 min: 15-13
30 min: 18-15
35 min: 19-18
40 min: 23-20
45 min: 26-23
50 min: 30-25
55 min: 31-29
60 min: 33-33

Góður javnleikur móti Eysturríki

22. oktober 2026

Føroysku kvinnurnar vístu sálarstyrki, komu sterkt aftur seinastu løtuna og spældu javnleik 33-33 móti Eysturríki, eftir at Eysturríki var á odda 18-15 í hálvleikinum. Ein gevandi vinardystur, har nýggj andlit, verjusamansetingar og álopskipanir vóru royndar. Høg leikferð og nógv mál merktu fyrra hálvleik, tíverri tey fleiri til Eysturríki. Tað vóru tó Føroyar, sum vóru omaná […]

H71 gott útgangsstøði

18. oktober 2026

H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Ein loysn frá Sendistovuni