H71-menn standa við einum góðum útgangsstøði undan seinna European Cup dystinum móti kroatisku MRK Trogir. H71 gjørdu bart í gjár fyri fullsettari Hoyvíkshøll og vunnu greitt 34-27.
Kroatiska liðið slóg VÍF út í fyrsta umfarið av European Cup kappingini, har teir vunnu báðar dystirnar, ávikavist 25-20 og 34-30. Báðir dystirnir vóru leiktir í Trogir í Kroatia. H71 eru í trá við styrkismetingina komnir uppí kappingina í øðrum umfari, har kroatiska liðið aftur trekti eitt føroyskt lið.
H71 spældu ein rimmar dyst og vunnu greitt 34-27, eftir at H71 vóru á odda 18-16 í hálvleikinum. Seinni dysturin millum feløgini verður komandi leygardag kl. 17.00, føroyska tíð, í Trogir í Kroatia.




