Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.
VÍF-kvinnur spældu á útivølli í Kosovo, og vunnu tær báðar dystirnar greitt móti KHF Farizaj. VÍF vunnu fyrra dystin 34-23 og hin seinna 28-17.
Triðja umfar í European Cup hjá kvinnum verður leikt í tíðarskeiðnum 6. – 15. november.




