Stig 2

Skeiðið byggir víðari á grundvøllin frá stig 1 og gevur luttakarunum innlit í øki innan venjing og leiðslu. Endamálið er at menna førleikarnar hjá venjarunum, so teir kunnu fyrireika og leiða lið á einum hægri støði – bæði í venjing og kapping.

Skeiðið er skipað við online tilfari og fleiri samlingum í kappingarárinum 2025/26.

Skrá

8. oktober 2025Ítróttarsálarfrøði
29. oktober 2025Venjingarætlan
19. november 2025Kontra
22. november 2025Dystargreining
10. desember 2025Kropslig venjing
7. januar 2026Dystarfyrireiking
Mental fyrireiking til dyst og venjing
4. februar 2026Leiðsla
25. februar 2026Metingarspæl
18. mars 2026Verjuspæl
2. apríl 2026Venjing av einstaklingum
8. – 10. mai
2026
Ítróttarsálarfrøði
Málverjavenjing
Sideline
Leiðsla

Í mestalagi 20 luttakarar kunna luttaka á skeiðinum.

Ongin próvtøka er á skeiðinum, men ein skrivlig uppgáva skal latast inn og krav er um 100% uppmøting fyri at fáa prógv.

Luttøkukrav: Stig 1 á venjaraútbúgvingini
Aldursmark: 18 ár
Kostnaður: 1895,00 kr., íroknað mat og atgongumerki til Føroyar – Ísland, 22. november 2025
Meldið til her: Venjaraskeið – Stig 2
Tilmeldingarfreist: 28. september 2025, ella tá skeiðið er fullteknað.

Ein loysn frá Sendistovuni