Dómaranevndin boðar frá, at dómararnir og eygleiðarin í dystinum sunnudagin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og Neistanum, hava viðgjørt bláa kortið, sum var víst Marjun Danberg við dystarlok, saman við reglutulki HSF´s.
Boðað verður frá, at bláa kortið verður tikið aftur og sostatt ikki beint víðari til aganevndina.
Vanliga mannagongdin, tá blá kort verða givin er, at dómararnir senda frágreiðing til reglutulk HSF´s, sum saman við dómarunum og møguligum eygleiðara, meta um brotið skal beinast til aganevndin. Blá kort kunnu trekkjast aftur, og í hesum førinum var brotið mett at hoyra undir spælireglu 8:9e, sum skal geva reytt kort, ikki blátt.
Eygleiðarin til dystin, Dánjal Samuelsen, viðmerkir, at hann bað dómararnar geva blátt kort, tí støðan beint eftir hendingina var eitt sindur ógreið. Hetta fyri at tryggja, at tað var møguligt at nýta annan regul enn 8:9e, um aðrar umstøður eisini spældu inn, t.d. hevnisøka ella tilvitað atgerð. Uttan bláa kortið, hevði tað ikki verið møguligt.
8:9 Visse former for usportslig opførsel anses for så alvorlige, at de skal straffes
Forudsætningen for en diskvalifikation i denne situation er, at forsvarsspilleren ikke bevæger sit hoved i retning af bolden;
Hendan reglan gevur beinleiðis reytt kort, men er ikki neyðugt til frágreiðing viðv. møguligum leikbanni. Tað hevur ikki týdning, nær brotið er farið fram í dystinum, í hesum førinum við 60.00.
Talan kundi verið um at nýtt eitt nú regul 8:6 (Diskvalifikation pga. en særlig hensynsløs, særlig farlig, overlagt eller grov handling med skriftlig indberetning).
Eftir stutta umrøðu millum eygleiðara og dómarar, var staðfest, at eingin orsøk var til at hevja regul 8:9e til 8:6, og tí verður bláa kortið strikað.