Aftur tætt móti Svøríki

Føroysku kvinnurnar spældi aftur væl upp við Svøríki B í seinna EM-fyrireikingardystinum. Tað var tó ikki fyrr enn heilt í endanum av dystinum, at tað av álvara gjørdist spennandi, til hetta hevði Føroyar ov stór útfall fyrst í báðum hálvleikunum. Svøríki vann 28-26, eftir hálvleiksstøðuna 16-14 til Svøríki.

Føroyska liðið fekk eina torføra byrjan uppá dystin í dag. Álopsspælið var leitandi og komu kjansirnir fyri tað mesta á vengrunum, har okkara tíverri vóru óhepnar í avgreiðsluni. Saman við fleiri tekniskum villum, gjørdi hetta at Svøríki fór fram um 7-2, áðrenn okkara aftur minkaðu um munin. Okkara ernaðust tó so líðandi, føroyska spælið hekk betri saman og vunnu okkara í størri mun dystirnar ein móti einari og eftir 18 minuttir stóð á jøvnum 9-9. Dysturin var hereftur javnur fram til hálvleiks, har tað tó var Svøríki, sum hevði munin og var á odda 16-14.

Føroyar byrjaðu eisini illa í seinna hálvleiki. Føroyska liðið gjørdi eitt hav av tekniskum villum, og fingu sviar ferð eftir ferð løtt mál í hinum endanum uppá skjótálop. Tað var ikki fyrr enn um miðjan hálvleik, at glið kom á føroyska spælið aftur. Pernille Brandenborg kom inn á strikuna, og gjørdi hon mun við fleiri góðu málum. Spenningur kom í dystin seinastu løtuna, men vóru okkara júst ov stuttar. Svøríki vann 28-26.

Hóast tvey tap, so hevur verið talan um tveir sera gevandi fyrireikingardystir fyri Føroyar, har allir leikararnir hava fingið seg royndar, og hevur liðið fingið roynt trýstið frá kropsliga sterkum leikarum. Mikudagin ferðast kvinnulandsliðið til Basel, har fyrsti dysturin í EM-endaspælinum verður fríggjadagin móti vertunum í Sveis.

Málskjúttar hjá Føroyum:
Pernillle Brandenborg 6 (1)
Maria P. Nólsoy 5
Lukka Arge 3 (3)
Súna K. Hansen 3
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Jana Mittún 2
Rannvá Olsen 2
Rakul Wardum 1
Turið Arge Samuelsen 1

Málverjar:
Rakul Wardum: 9 bjargingar, 59 min.
Annika Fríðheim Petersen: 1 bjarging, 1 min.

Dystargongdin:
5 min: 1-2
10 min: 2-7
15 min: 6-9
20 min: 9-11
25 min: 11-12
30 min: 14-16
35 min: 14-19
40 min: 14-21
45 min: 16-22
50 min: 19-23
55 min: 22-25
60 min: 26-28

Stríddu seg til stig

4. desember 2025

Við einari stórspælandi Janu Mittún á odda, tryggjaðu Føroyar sær eitt stig móti Serbia í dag. Dysturin lá og ridlaði seinastu 10 minuttirnar, og skoraði Jana Mittún uppá brotskast í seinastu sekundunum til 31-31, eftir at Serbia var á odda 16-14 í hálvleikinum.

Tungt týskt trýst

2. desember 2025

Hóast munurin saktans kundi verið minni um okkara høvdu verið neyvari, so megnaðu Føroyar ikki at standa móti tunga týska trýstinum yvir 60 minuttir. Føroyar taptu 36-26, eftir 20-14 í hálvleikinum.

Dortmund here we come!

30. november 2025

Soleiðis sungu føroysku áskoðararnir seinastu løtuna, tá tað var greitt, at Føroyar við greiðum sigri á Paraguei, komu víðari til meginumfarið í Dortmund. Kvinnurnar vunnu trygt 36-25, eftir at okkara vóru frammanfyri 16-13 við steðgin.

Ein loysn frá Sendistovuni