Tveir ymiskir hálvleikir

Føroysku kvinnurnar ergra seg eftir tepra, 28-25, tapið fyri Sveis í fyrsta dystinum í EM-endaspælinum. Hálvleiksstøðan var 13-7 til Sveis. Føroyska verjan og málverjarnir vóru góðir, men føroyska liðið tóktist nerva í fyrra hálvleiki, og álopsspælið var stirvið við ov nógvum villum.

“Vit taptu móti okkum sjálvum”, soleiðis segði Pernille Brandenborg í samrøðu við Portalin eftir dystin. Sveis var ikki nakað betri enn Føroyar, men okkara gjørdu alt ov nógvar tekniskar villur, sum kostaðu dystin í síðsta enda. Liðið tóktist nerva í fyrra hálvleiki, og glið kom ikki av álvara á álopsspælið fyrr enn í seinna hálvleiki. Føroyaka verjan stóð tó væl saman við Anniku Fríðheim Petersen og Rakul Wardum, sum báðar stóðu á høgum støði ígjøgnum allan dystin og gjørdi, at munurin ikki var enn størri enn 13-7 í hálvleikinum.

Við støðuni 19-9 nakað inn í seinna hálvleik, tóktust okkara sleppa hondbremsuni, nú var einki at missa. 5-1 verjan við Janu frammi órógvaði sveisiska spælið og meira ferð kom á føroyska álopsspælið. Rakul Wardum kom inn í føroyska málið og hevði hon eina stórbjarging eftir aðra. Føroyar heintaðu inn, og tá tveir minuttir restaðu, var bert eitt mál á muni. Okkara satsaðu alt seinastu løtuna, men vóru hepni og marginalar vóru ikki við. Sveis vann 28-25.

Næsti dystur verður móti Kroatia sunnudagin kl. 14.30. Kroatia tapti fyrsta dystin, 34-26, fyri Danmark.

Dystargongdin: 
5 minuttir: 1-0
10 minuttir: 4-2
15 minuttir: 6-2
20 minuttir: 8-3
25 minuttir: 10-5
30 minuttir: 13-7
35 minuttir: 17-9
40 minuttir: 19-12
45 minuttir: 21-13
50 minuttir: 23-17
55 minuttir: 24-21
60 min: 28-25

Føroyskir málskjúttaar:
Jana Mittún 7
Pernille Brandenborg 7 (2)
Lukka Arge (2)
Turið Arge Samuelsen 2 mál
Elsa Egholm 1
Brynhild Pálsdóttir 1
Maria Pálsdóttir Nólsoy 1
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 1
Bjarta Johansen 1
Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe 1
Súna Krossteig Hansen 1

Málverjar: 
Annika Fríðheim Petersen: 9/23 (39 %) 
Rakul Wardum 8/20 (40 %)

VÍF víðari

12. oktober 2026

Kvinnurnar hjá VÍF megnaðu eisini at spæla seg víðari í European Cup. Trý føroysk lið eru nú komin víðari í Euroepan Cup hjá kvinnum. Lutakastið til triðja umfar verður mikudagin.

Hesir møta Kosovo og Montenegro

8. oktober 2026

Landsliðsvenjararnir Peter Bredsdorff-Larsen og Hjalti Mohr Jacobsen hava úttikið hesar 16 leikararnar til fyrstu tveir dystirnar í nýggju EM-undankappingini, har Føroyar møta Kosovo á heimavølli 4. november og Montenegro á útivølli 8. november.

Kvinnulandsliðið úttikið

7. oktober 2026

Fyrireikingarnar til EM-endaspælið hjá kvinnum halda fram. Landsliðsvenjararnir hava úttikið hesar leikararnar til venjingar og tveir fyrireikingardystir móti Eysturríki. Landsliðið er savnað í tíðarskeiðnum 18. – 25. oktober.

Ein loysn frá Sendistovuni